Fótbóltur

PSG og Liverpool á veg víðari

Við frálíkum avriki á Camp Nou, og við Kylian Mbappé á odda, setti franska liðið Barcelona uppá pláss. Liverpool revsaði tvey risamistøk hjá Leipzig.

Kylian Mbappé gjørdi hattrikk á Camp Nou (Mynd: EPA)

Kylian Mbappé gjørdi hattrikk á Camp Nou (Mynd: EPA)

2021-02-17 08:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

[object Object]Mbappé og hinir hjá PSG koppaðu Messi og co. (Mynd: EPA)

[object Object]
Salah leggur Liverpool á odda (Mynd: EPA)

Tvær tær fyrstu áttandapartsfinalurnar í Champions League vórðu leiktar í gjárkvøldið, og stórur spenningur var undan dystunum.

Tað verður tó á pappírinum ikki so spennandi, tá hesi liðini skulu spæla seinnu dystirnar 10. mars. Tað kemst av, at PSG skoraði heili fýra mál á Camp Nou, meðan Messi og hansara menn bert fingu eitt, og at Liverpool vann 2-0 á fyribils heimavøllinum hjá Leipzig í Budapest.

Fyrri hálvleikur í Barcelona var góður, men tað var eitt brotssparksmál hjá Lionel Messi, ið veruliga setti tingini í gongd. Bert fimm minuttir seinni spældi PSG væl í vinstru síðu, bólturin endaði hjá Kylian Mbappe í brotsteignum, og hann var ísakaldur. Útiliðið, ið var uttan Neymar og Di Maria, kom sera væl út til 2. hálvleik, og í 65. og 70 minutti vóru ávíkavist Mbappe og Moise Kean á blettinum. Málið til 1-2 kom eftir at Pique ikki fekk ruddað eitt innlegg úr høgru burtur, og at Mbappe síðani var til reiðar, og fimm minutti seinni stútaði ein púra fríur Kean bóltin framvið Ter Stegen eftir frísparksinnlegg.

Barcelona skuldi nú svara aftur, men tyktist at mangla hugflog, Messi var ikki heilt við, og ístaðin øktu PSG og Mbappe um munin við enn einum útivallarmáli. 22-ára gamli fraklenindgurin fekk sítt hattrikk, eftir eina umstilling har innskifti Draxler hevði ført bóltin væl fram. Mbappe legði bóltin upp í longra málhorn, og Pochettino og hansara menn skulu nú bert gera arbeiði liðugt í París.



Orsakað av koronuavmarkingunum í Týsklandi noyddist RB Leipzig at spæla sín heimadyst móti Liverpool á Puskas Arena í Budapest. Liðið tóktist ikki heilt at trívast í ungarska høvuðsstaðnum - í øllum førum vórðu tvær gávur latnar í 2. hálvleiki. Líkanndi hevur Liverpool, og serliga Allison Becker, givið í seinastuni, men innanfyri fimm minuttir í 2. hálvleiki revsaðu Salah og Mané Leipzig. Fyrst endaði ein alvering frá einum Leipzig-leikara við at verða ein perfekt alvering djúpt til egyptan hjá Liverpool, og fimm minuttir seinni takkaði Mané fyri, tá ein verjuleikari ikki rakti bóltin. Báðir vóru ísakaldur, og Liverpool hevur eitt sera gott útgangsstøði undan dystinum á Anfield um tríggjar vikur. Champions League kann gerast hæddarpunktið á árinum hjá Klopp og hansara monnum.

Í kvøld verður millum annað møguleiki at síggja Erling Haaland í dysti í Sevilla, og Cristiano Ronaldo í Porto. 

Áttandapartsfinalurnar í Champions League
16.02

RB Leipzig - Liverpool 0-2 (0-0) - 
í Budapest
53' Mohammed Salah 1-0
58' Sadio Mané 2-0

Barcelona - PSG 1-4 (1-1)
27' Lionel Messi 1-0 (br.)
32' Kylian Mbappé 1-1
65' Kylian Mbappé 1-2
70' Moise Kean 1-3
85' Kylian Mbappé 1-4

17.02
20.00

Sevilla - Dortmund
Porto - Juventus

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder