Fótbóltur

PSG vann seg lættliga í finaluna

PSG er til reiðar til finaluna í Champions League eftir ein tryggan sigur á RB Leipzig í hálvfinaluni.

Ein vælleikandi Di Maria, sum skorðai eitt mál og legði upp til tvey, fegnast her saman við Neymar. (Mynd: EPA)

Ein vælleikandi Di Maria, sum skorðai eitt mál og legði upp til tvey, fegnast her saman við Neymar. (Mynd: EPA)

2020-08-19 07:18 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

RB Leipzig og PSG hittust í fyrru hálvfinaluni í Champions League týskvøldið. Felags fyri bæði liðini er, at tey høvdu møguleikan at spæla seg í Champions League finaluna á fyrsta sinnið.

Tað var PSG sum setti seg á dystin frá byrjan av og skapti fleiri góðar málmøguleikar. Tá trettan minuttir vóru leiktir løgdu fraklendingarnir seg eisini á odda tá Marquinhos stútaði bóltin í netið eftir eitt frísparksinnlegg frá Angel Di Maria. Tríggjar minuttir fyri steðgin revsaði PSG eitt mistak í Leipzig verjuni og Di Maria kundi økja um leiðsluna til 2-0, sum eisini var hálvleiksstøðan.

Leipzig kom eitt sindur betur út til seinna hálvleik, men enn eitt mistak í Leipzig verjuni gjørdi, at PSG kundi økja til 3-0, og harvið eisini avgera dystin. Tað var enn einaferð Di Maria sum legði upp til málið, hesaferð til Juan Bernat.

Eftir 3-0 málið fór ferðin úr dystinum og Leipzig megnaði aldrin veruliga at hótta PSG, sum harvið er til reiðar til finaluna í Champions League fyri fyrstu ferð.

Finalan verður leikt sunnudagin, og har skal PSG møta vinnaranum av dystinum millum Lyon og Bayern München.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder