Fótbóltur

Radosavljevic er nú eisini HB’ari

Havnar Bóltfelag hevur nú yvirtikið tveir av mest markantu leikarunum hjá B36.

Stefan Radosavljevic í dysti fyri U21-landsliðið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Stefan Radosavljevic í dysti fyri U21-landsliðið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-12-24 10:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fyri tíggju døgum síðani boðaði Havnar Bóltfelag frá, at Michal Przybylski skiftir frá B36 til HB. Í dag boðar felagið, sum vann meistaraheitið í ár so frá, at tað eisini hevur yvirtikið Stefan Radosavljevic frá grannunum.

20 ára gamli dugnaligi miðvalla- og álopsleikarin Stefan Radosavljevic er upprunaliga TB’ari. Hann er sonur Aleksandar Radosavljevic, sum í 1997 kom til Føroya úr Serbia at spæla fyri TB. Aleksandar hevur eisini umboðað GÍ og Royn í føroyskum fótbólti.

Stefan Radosavljevic er ein at dugnalistu fótbóltsspælarunum, sum TB hevur uppalt hesi seinastu árini. Hann hevur í tvey leikár umboðað B36, og verður nú HB’ari.

Stefan Radosavljevic er skrásettur fyri 10 dystir og fýra mál á føroyska U21-landsliðnum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder