Annað

Rajko Petrovic og Annika á Stongum høvuðsvenjarar hjá SÍ

SÍ gjørt avtalu við venjarar til bestu liðini.

2018-09-02 20:11 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Flogbóltsfelagið, Sørvágs Ítróttarfelag, hevur gjørt sáttmála við høvuðsvenjarar. Gullvenjarin, Rajko Petrovic, fer aftur í vetur at venja øll ungdómsliðini og meistarardeildina hjá monnum. Annika á Stongum verður høvuðsvenjari hjá meistaradeildini hjá kvinnum og hennara hjálparvenjari verður Jacob Melchior Hansen.

Seinasta kappingarár, var besta árið hjá SÍ nakrantíð. Í Steypakappingini fyri yngri deildir, megnaði gullvenjarin, Rajko Petrovic, at vinna 9 av 10 steypafinalum. Hann skrivaði søgu. Aftur í vetur, hevur Rajka átikið sær at venja øll ungdómsliðini. Tey eru gentir 12 ár, G14, G16, G19 og kvinnuunglingar. Eisini venur hann Dreingir 12 ár, D15, D17 og mansunglingar. Okkara unga meistaradeildarlið hjá monnum hevur aftur í vetur Rajko Petrovic til venjara.

Annika á Stongum hevur í mong ár verið millum bestu flogbóltleikarar í Føroyum. Hon hevur leikt við barnsdómfelagnum, SÍ, men hevur eisini leikt við Mjølni, umframt, at hon hevur leikt við donskum felag í lestrartíðini. Hon eigur eisini hópin av landsdystum í skjáttini. Nú skal hon fyri fyrstu fer royna seg sum høvuðsvenjari hjá Meistaradeild kvinnum hjá SÍ. Avtala er eisini gjørd við annan royndan SÍ-leikari, Jacob Melchior Hansen, sum verður hjálparvenjari hjá Meistarardeild kvinnum hjá SÍ.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder