Støðan í Barcelona F.C. er alt annað enn góð. Tað er serliga Messi-støðan, ið setur dám í katalanska felagnum. Heilt stóra stjørnan vil burtur, og vil nýta ein klasul í sáttmálanum til at gera tað. Barcelona noktar at lata Messi fara, men í dag hevur felagið kunngjørt, at ein semja er funnin við Sevilla um ein keypsprís fyri Ivan Rakitic.
32-ára gamli miðvallarin kom úr júst Sevilla í 2014. Tað var beint eftir, at hann sum liðformaður hevði vunnið Europa League við felagnum úr Andalusia. Tá kostaði Rakitic Barcelona áleið 18 milliónir evrur.
![]()
Nú, 310 dystir og 35 mál seinni, fær Barcelona eina og eina hálva millión evru frá Sevilla í fyrstu syftu. Virðið á avtaluni kann tó verða áleið 10 milliónir evrur.
Kroatin vann La Liga og Copa del Rey fýra ferðir við Barcelona, umframt Chapmpions League finaluna í 2015, har Ivan Rakitic legði Barca á odda í 3-1 sigrinum á Juventus.
Kelda: Sky Sports og F.C. Barcelona
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald