Evropeiska ævintýrið hjá svensku meistarunum er av. Í bólkaspælinum í European League stóðu teir seg væl, men eftir dystin í Partille Arena í gjár er greitt, at IK Sävehof ikki verður í fjórðingsfinalunum, eins og millum annað Magdeburg, Nantes og GOG.
Heimaliðið vann annars dystin við seks málum. Seks mál vóru eisini á muni eftir dystin í Sveis, men tað sum gjørdi munin var, at Kadetten Schaffhausen skoraðu fleri mál á útivølli; 28 í mun til 26 hjá Sävehof.
Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagirnir komu tíðliga í seinna hálvleiki á odda 22-15, men sveisisku meistararnir vunnu seg heilt upp á minus trý og harvið pluss trý samanlagt, og hóast ein góðan endaspurt, so rakk tað ikki hjá Sävehof.
Elias skoraði sjey mál í gjárkvøldið.
At fara út uppá útivallarmál er ógvuliga súrt - nú snýr tað seg um hjá IK Sävehof at vinna seg í SM-hálvfinalurnar. Triðja fjórðingsfinalan móti Lugi er á skránni sunnudagin - tann fjórða eftir landsliðssteðgin, har Elias á Skipagøtu skal umboða Føroyar í HM play-off dystunum móti Týsklandi. Tað stendur á jøvnum 1-1 millum Sävehof og Lugi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald