Fleiri føroyingar hava av álvara gjørt vart við seg, nú bestu donsku deildirnar eru byrjaðar aftur.
Fyrrapartin skrivaðu vit um Mariu Pálsdóttir Nólsoy, sum varð toppskjútti og dagsins spælari hjá København, har hon eisini avgjørdi dystin (30-29).
Sí eisini: Óli Mittún og GOG fingu góða byrjan i Bambuni Kvindeligaen
Ein onnur á føroyska kvinnulandsliðnum spældi ein stóran dyst. Hetta var í Skanderborg Men har rakk tað langt frá til sigur.
Rakul Wardum sat á bonkinum fyrstu 26 minuttirnar. Hiðani sá hon Maritu Mortensen og Nykøbing Falster Håndbold (NFH) leggja seg greitt á odda: 8-16.
Rakul bjargaði skoti frá Maritu í sínari fyrstu støðu og tók trý tey seinastu NFH-skotini fyri steðgin. 24-ára gamla havnarkvinnan hevði eisini ein ógvuliga góðan 2. hálvleik, og stóð samanlagt við 14 bjargingum bjargingarprosenti á 53 prosent.
At bjarga yvir helmingin av skotunum uppá 34 minuttir er flott, og føroyski landsliðsmálverjin varð uppiborin kosin dagsins spælari hjá Skanderborg eftir 20-35 tapið
![]()
Rakul Wardum og tær kundu ikki vera nøgdar eftir stórtapið, men stóra persónliga avrikið var plástur uppá sárið (Mynd: Skanderborg Håndbold)
Marita Mortensen spældi sín fyrsta kappingardyst fyri NFH, sum javt og samt spælir evropeiskan hondbólt. Hoyvíkskvinnan skoraði eitt mál í Skanderborg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald