Fimm dystir í 15. umfari í fremstu donsku kvinnudeildini vórðu spældir í gjár, og har høvdu tveir føroyskir landsliðsspælarar stóran leiklut.
Jana Mittún heldur fram at taka stóra ábyrgd fyri Viborg. Í gjár var 21-ára gamla hoyvíkskvinnan beinleiðis við í 13 málum hjá teimum í grønum, sum á heimavølli tapti við tveimum málum fyri Ikast.
Ikast er á 3. plássi, og er tað einasta liðið, sum kann kappast eitt sindur við Team Esbjerg og Odense. Í gjár spældi føroyski landsliðsspælarin stóran leiklut í, at Viborg bjóðaði Ikast av allan vegin.
Jana skoraði fimm ferðir og hevði heili átta upplegg í 32-34 tapinum. Jana Mittún hevur næstflest upplegg av øllum í Kvindeligaen: 62 í 15 dysum. Viborg er á 6. plássi, og er Jana støðugt millum størstu álopsprofilarnar í dystunum hjá liðnum.
Jana Mittún hevði næstseinasta hond á einum fjórðingi av málunum hjá Viborg í gjár. Hon hevur næstbest upplegg í fremstu donsku deildini (Mynd :Egin Tollaksson Kass)
Rakul stongdi málið seinastu løtuna
Lykladystur í botnstríðnum var í Ringkøbing, og har vann heimaliðið fyri aðru ferð í ár. Rakul Wardum byrjaði ikki inni, men 22-ára gamla havnarkvinnan átti tó stóran leiklut í sigrinum á HH Elite.
Støðan var 22-21, tá 16 minuttir restaðu í av dystinum, og Rakul kom inn í málið. Tað fyrsta hon gjørdi var at bjarga skotið frá landsliðsliðfelagnum Mariu Pálsdóttir Nólsoy, og bjargaði nummar 88 eisini næstu trý skotini, sum komu á Ringkøbing-málið.
Brádliga vóru fýra mál á muni, og Horsens megnaði ikki at gera dystin spennandi aftur - ella tað lótu Rakul og liðfelagirnir ikki. Føroyski landsliðsmálverjin hevði samanlagt sjey bjargingar uppá 15 minuttir. Fýra skot fóru í málið hesa løtuna, og harvið var bjargingarprosenti hjá henni heili 63,6 í opnum spæli - tvey brotskøst fóru inn fyrr í dystinum.
Nógvar av bjaringingum vórðu heilt stórar, og ringkobinghaandbold.dk stórfegnast um avrikið. Eitt frálíkt avrik hjá Rakuli Wardum, ið kann fara at vísa seg at vera ógvuliga týðandi fyri Ringkøbing - nú er Ringkøbing ikki aftast longur.
Tað gekk tíverri yvir Mariu Pálsdóttir Nólsoy, sum í mun til skot, hevði ein ringan dag: Fimm skot og einki mál; harav tvær bjargingar hjá Rakul. 20-ára gamli spælskiparin hevði tó eina fríspæling, sum gav mál, og vann tvey broskast, ið Horsens skoraði uppá. Horsens er eisini í botnstríðnum
Annika Fríðheim Petersen og Rakul Wardum fegnast eftir EM-stigið í Basel. Avrikið hjá Rakul í gjár merkti, at Ringkøbing fer frammum EH Aalborg - liðið hjá Anniku - ið nú er aftast (Mynd: EHF/Kolektiff)
Pernille vann á Súnu
Ein onnur føroyingauppgerð var í gjár. Pernille Brandenborg og København tóku á heimavølli móti Skanderborg og Sùnu Krossteig Hansen.
Heimaliðið skoraði heili 43 ferðir, og Pernille skoraði tvey av hesum málunum, umframt at landsliðsliðskiparin legði upp til eitt. Tabea Schmid fær flestu minuttirnar sum stikuspælari í álopinum. Fyrr í dag gjørdist greitt, at føroyski landslidsliðskiparin skiftir til norska oddaliðið í summarn.
Súna Krossteig Hansen brendi nógv skot á degnum - skoraði eitt av sjey skotum - men føroyski bakspælarin legði upp til fimm mál hjá Skanderborg í 43-31 tapinum.
Sí stiagatalvuna í Kvindeligaen her
Dystarskráin sæst HER - leygardagin taka Súna og tær móti Rakul og Ringkøbing.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald