Hondbóltur

Rakul Wardum var tann besta

22-ára gamli málverjin var skrásett fyri heili 17 bjargingar - 36 prosent av skotunum hjá Litava sum raktu málið. Hon gjørdist dagsins føroyski spælari.

Rakul Wardum hevði nógvar stórbjargingar og setti

Rakul Wardum hevði nógvar stórbjargingar og setti

2025-04-13 17:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Jonava, Litava (Portalurin): Rakul Wardum hevði ikki nakað serliga gott kvøld við Tjarnir í fyrra dystinum, tá Føroyar annars vunnu stórt.

22-ára gamli málverjin "hevndi seg" tó í dag. Litava kom annars til nógv fleiri skot - og fríari skot - men nummar 88 pilkaði litavisku skjúttarnir í løtum.

Samanlagt er Rakul skrásett fyri 17 bjargingar á eurohandball.com, sum svarar til 36 prosent av skotunum hjá Litava, ið raktu málið.

Hetta er eitt høgt tal. Í roynd og veru hevði Ringkøbing-málverjin, sum er uppvaksin í Kyndli, helst eini 2-3 bjaringar fleiri, enn tølini vísa.

[object Object]
Rakul Wardum tók fleiri "frí skot" (Mynd: Sverri Egholm)

Summar bjargingar vóru rímiliga lættar, meðan tað eisini vóru fleirar stórbjaringar. Rakul Wardum átti tvær veruligar duppultbjargingar, og stóð hon í dag royndina við at standa ein heilan dyst.

Eisini setti málverjin væl í gongd í fleiri førum og skoraði eisini eitt mál í tómt mál.

Fyri avrikið varð Rakul uppiborið kosin dagins spælari hjá Føroyum í 30-29 tapinum. Føroyar vunnu við níggju málum samanlagt í hesum umfarinum og skulu til HM í november.

Sí eisini: Føroysku kvinnurnar skulu spæla HM-endaspæl í vetur

[object Object]
Rakul Wardum á veg yvir eftir heiðrinum sum besti spælari hjá Føroyum 

[object Object]Her saman við Pernille Brandenborg (Myndir: Sverri Egholm) 

----------------------------------------------

Seinni HM røkkstøkkdysturin (Play-off)
Jonava, Litava - sunnudagin 13.04
Litava - Føroyar 30-29 (14-11) - Samanlagt: 65-56 til Føroyar

Dystargongdin:
5 min: 2-0
10 min: 5-4
15 min: 8-6
20 min: 11-7
25 min: 12-9
30 min: 14-11
35 min: 16-14
40 min: 16-19
45 min: 20-22
50 min: 24-24
55 min: 26-25
60 min: 30-29

Málskjúttar hjá Føroyum:
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 5
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 5 (5)
Jana Mittún 4
Maria Pálsdóttir Nólsoy 4
Pernille Brandenborg 3
Rannvá Olsen 3
Elsa Egholm 2
Karin Egholm 1
Rakul Wardum 1
Lív Bentsdóttir Zachariasen 1

Bjargingar:
Rakul Wardum 17 bjargingar (36 prosent)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder