placeholder
Fótbóltur

Ramos fingið leikbann í tveir dystir

Verjuleikarin hjá Real Madrid skal sita úti ein dyst eyka fyri at hava fingið gult kort við vilja móti Ajax.

Ramos her í dystinum móti Ajax
(Mynd: EPA)

Ramos her í dystinum móti Ajax (Mynd: EPA)

2019-02-28 19:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøldið tapti Real Madrid 3-0 fyri Barcelona í seinnu hálvfinaluni í Copa del Rey. Hetta var eitt slag fyri spanska stórfelagið, og í dag hevur felagið fingið ring tíðindi.

UEFA hevur valt at givið liðformanninum hjá Champions League-vinnaranum seinastu árini ein dyst leikbann - hetta leikbannið kemur útyvir tað, sum Sergio Ramos hevur fyri ov nógv gul kort í Champions League. Tað er hátturin, ið Ramos hevur tiltuskað sær leikbannið uppá, ið hevur skapt kjak, og sum nú førir eitt longri leikbann við sær.

Tað var í 89. minutti í dystinum í Amsterdam 13. februar, tveir minuttir eftir at Marco Asensio legði Real á odda 2-1, at Ramos feldi Kasper Dolberg á miðjum vølli. Talan kundi verða um eina vandamikla støðu hjá Ajax, og tað var púra rætt, at dómarin fór í lumman eftir gula kortinum.   

Trupulleikin var, at Ramos var eitt gult kort frá leikbanni, og viðmerkjarar og onnur høvdu benanvegin á munni, at 32-ára gamli leikarin gjørdi hetta við vilja, so at hann kundi fáa leikbann til seinna dystin. Har hevur Real ógvuliga góðan møguleika at koma víðari, og við at hava leikbann nú er Sergio Ramos "reinur" til kvartfinaluna. Í viðtalu við spankst sjónvarp eftir dystin, legði Ramos upp til, at tað var við vilja, og upptøkur eru av verjuleikaranum, sum spyr út á bonkin, um hann skal taka eitt gult kort.  

UEFA tók málið upp, og dag fall dómurin: Ramos skal sita uttanfyri í tveir dystir, og missur harvið fyrru fjórðingsfinaluna umframt seinnu áttandapartsfinaluna, ið verður leikt á Santiago Bernabeu týskvøldið. Gula kortið hjá Sergio Ramos í Amsterdam var nummar 28 hjá honum í Champions League. Ramos hevur fingið 201 gul kort í Real Madrid-troyggjuni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder