Um Kristi himmalferðarhalguna varð skipað fyri 6 tíma, 24 tíma og 48-tíma renning í Viadal í Svøríki, og tá luttóku Hallur Holm og Elisabeth Larsen úr Bragdinum í 48-tíma renningini.
Hallur er ein av undangongumonnunum innan ultrarenning í Føroyum, og eigur hann flest øll ultrametini hjá monnum, og eftir tær 48 tímarnar, hevði Hallur runnið 329,917 kilometrar, sum er førosykt met, skrivar Frælsur Ítróttur Føroya.
Renningin byrjaði hósdagin 14. mai klokkan 12 svenska tíð. Rennast skuldi kring eina uppmálda grúsbreyt, ið er góðar 671 m til longdar, á garðinum Viadal. Har vóru eisini sengur og matur til íðkararnar.
Hallur var tíðliga væl við í kappingini hjá monnum. Ein svii legði seg á odda beinanvegin, men hann gavst endaliga eftir 17 tímar, og Hallur tók yvir sum fremsti maður. Tað var sera ymiskt, hvussu luttakararnir disponeraðu renningina – bæði í mun til ferð og í mun til innlagdar pausur. Meðan summir rennarar høvdu drúgvar steðgir fyri at rinda møðina, helt Hallur á at renna í nógvar tímar, og harvið økti hann um leiðsluna, sum fyrst bleiv longri enn eitt hálvmarathon og síðani eitt heilt marathon. Tað var ikki fyrrenn eftir góðar 36 tímar, at Hallur fekk sær veruliga hvíld í einar 3-4 tímar. Hesa løtuna nærkaðust hinir rennararnir, men leiðslan var ongantíð í vanda, skrivar Frælsur Ítróttur Føroya.
Hallur vann kappingina frammanfyri Jerry Nordgren úr Svøríki (287,921 km) og Emmanouil Psaradakis úr Grikkaland (268,411 km).
Elisabeth Larsen helt á í 18 tímar, tá hon valdi at gevast, og næstu 30 tímarnar stuðlaði og hjálpti hon Halli við hansara renning. Elisabeth hevði tá runnið heili 94,400 km.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald