Annað

Rann seg til tvey met um vikuskiftið

Dánjal Dahl Ljósheim, sum venur í donskum felagi, vísti góð úrslit í Malmö.

2022-02-14 15:14 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tríggjar ferðir hesar seinastu tvær vikurnar hevur rennarin Dánjal Dahl Ljósheim sett nýtt met. Tvær feðrir á 200 metrum og eina ferð á 400 metrum.

Í gjár rann hann bestu tíð á 200 metrum í høllini Atleticum í Malmö. Hetta er ein kend høll fyri Dánjal, tí felagið Sparta í Keypmannahavn venur her eina ferð um vikuna.

Dánjal rann í næstseinasta av fimm riðlum, har teir sum vóru styrkismettir nr. fýra til seks runnu.

Dánjal rann teinin í tíðini 23,12 sekund, sum var 0,13 sekund betri enn metið, hann tók fyri tveimum vikum síðani í eini kapping í Randers.

Dagin fyri setti Dánjal nýtt met á dupulta teininum. Henda dagin var hann eisini við í 60 metra renningini, har hann rann 0,04 sekund verri enn sína bestu tíð.

400 metra renningin var fýra og ein hálvan tíma seinni, og her var taktikkurin at leggja hart út og renna fyrstu 200 metrarnar upp á 24 sekund. Eftir tveri umgangir í høllini segði klokkan 51,07, sum er meira enn eitt sekund skjótari enn føroyska metið. Tíðin er eisini eitt lítið sekund skjótari enn kravið at koma við til komandi oyggjaleikir, skrivar heimasíðan hjá Hvirluni. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder