Fótbóltur

Rashford sendi United víðari

Glóðheiti álopskendi onglendingurin hevur nú skorað sjey haimadystir á rað, og hann var við í øllum trimum málunum, tá Everton var sent út av FA Cup í gjárkvøldið. Heili 22 dystir eru á skránni í dag.

Marcus Rashford skein aftur fyri Manchester United og hevur skorað í øllum fimm dystunum eftir HM-steðgin

Marcus Rashford skein aftur fyri Manchester United og hevur skorað í øllum fimm dystunum eftir HM-steðgin

2023-01-07 08:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyriuttan ein stóran brølara frá David de Gea tíðliga í dystinum, ein stóran møguleika eftir umleið ein tíma og eitt kolldømt Everton-mál, hoyrdi tað mesta av dystinum til Manchester United. Hetta var fyrsti dystur í 3. umfari í FA Cup, og tað vóru eisini favorittarnir, sum løgdu betri út. Longu eftir tríggjar minuttir fór Marcus Rashford til stroks í vinstru, setti ein mann av, legði hart og flatt innfyri málið, og har kastaði hin vongurin, Antony, seg fram, og so var 1-0.

Everton svaraði aftur tíggju minuttir seinni, tá United-málverjin sum nevnt onkursvegna lat bóltin fara millum so stongina, áðrenn enski landsliðsmiðverjin Conor Coady fekk prikað bóltin í málið. Restina av hálvleikinum hevði heimaliðið yvirvág. Liðið hjá Erik ten Hag royndi at seta ferð á og trýsta høgt, og tað var eisini nær við, at tað eydnaðist at leggja seg á odda aftur.

[object Object]
De Gea lat mál inn fyri fyrstu ferð eftir HM-steðgin, og tað var ikki pent
 

2-1 málið kom seks minuttir inn í seinna hálvleik. Aftur var tað Rashford, ið setti ferð á í vinstru, hann setti Everton-liðformannin Seamus Coleman av, og av baklinjuni legði hann aftur hart innfyri. Aftur hesuferð hevði Coady seinasta fótin á, áðrenn bólturin fór í málið við Stretford End. Hesaferð var tað tó talan um sjálvmál, og so skuldi liðið hjá Lampard jagstra.

Tað eydnaðist at skapa ein stóran málmøguleika stutt eftir 2-1 málið, men United fekk ruddað burtur í málteignum. Innskifti Dominic Calvert-Lewin stútaði bóltin framvið De Gea, tá eitt korter var eftir, men eyðsýndi Demari Gray, ið hevði lagt innfyri, var rangstaddur, tá hann fekk bóltin, og tí varð málið kolldømt.


Her síggjast málini og kolldømda málið frá Old Trafford í gjárkvøldið (FA Cup/Youtube)

Manchester United helt gjøgnum dystin fram at skapa støður, og í yvirtíðini varð dysturin endaliga stongdur. Innskifti Alejandro Garnacho varð sendur avstað, og ungi argentinin varð koyrdur umkoll í brotsteignum. Bruno Fernandes lat Rashford skjóta, og dagsins leikari var ísakaldur úr ellivu metrum. Harvið hevur 25-ára gamli lokali leikarin nú skorað í sjey teimum seinastu dystunum á Old Trafford og í øllum dystunum, síðani hann kom aftur úr HM-endaspælinum. Sigursrøðin hjá United heldur fram - spurningar eru um framtíðina hjá Lampard í Everton.

Í dag er ein stórur FA Cup-dagur, har umleið níggju og ein hálvur tími eru frá teir fyrstu byrja, til seinasta bríksl verður á Anfield. Heili 22 dystir verða spældir. 

Sí yvirlit niðanfyri - sí brot frá dystinum í gjár longur uppi

FA Cup 3. umfar
Í gjár - Fríggjakvøldið 06.01
Manchester United - Everton 3-1 (1-1)

Í dag - leygardagin 07.01

12.45: 
Crystal Palace - Southampton
Forest Green  Birmingham
Gillingham - Leicester
Preston - Huddersfield
Reading - Watford
Tottenham - Portsmouth

15.00: 
Blackpool - Nottingham Forest
Boreham Wood - Accrington
Bournemouth - Burnley
Chesterfield - West Bromwich
Fleetwood - Queens Park Rangers
Hull - Fulham
Ipswich - Rotherdam
Middlesbrough - Brighton
Millwall - Sheffield United
Shrewsbury - Sunderland

17.30: 
Brentford - West Ham
Coventry - Wrexham
Grimsby - Burton Albion
Luton - Wigan

18.00: 
Sheffield Wednesday - Newcastle

20.00: 
Liverpool - Wolves

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder