Fremsta mansliðið hjá Neistanum hevur júst tryggjað sær sín fyrsta finalusigur í steypakappingini síðani 2012. Tað hendi eftir eina ógvuliga inntensa og dramtiska finalu ímóti grannunum Kyndli.
Tað var ein ógvuliga trilvandi byrjan í mansfinaluni. Tað var bert verjuparturin hjá Kyndli, sum veruliga eydnaðist. Teir í grønum fingu skorað trý mál fyrstu minuttirnar, uttan at álopsspælið var frálíkt. Nicholas Satchwell hevði nakrar bjargingar, men í hinum endnaum gjørdi Tórður Guttesen og verjan hjá Kyndli tað ógvuliga trupult fyri Neistan, ið ikki fekk sítt spæl at koyra. Í álopinum hjá Kyndli gekk tað eisini meira og meira striltið. Tað gekk seint, fleiri bóltar vórðu blakaðir vekk, og Neista-verjan og Satchwell høvdu sera gott tak á. Tá fimm og ein hálvur minuttir vóru leiktir kom ein langur steðgur orsakað av trupulleikum við lýsingunum á gólvinum.
Sum fleiri væntaðu áðrenn, so gjørdist tað talan um ein verjudyst. At tað skuldi vera so fá mál sum í 1. Hálvleiki var óvæntað. Til dømis skoraði Rasmus Søby als ikki, og Kyndil fekk sett lítið og einki upp, har Neistin millum annað lukkaði av fyri strikuspælinum. Tríggar minuttir fyri hálvleik kom Neistin á odda fyri fyrstu ferð, og tað komu nøkur mál ímóti endanum.
Hol kom á bobluna í byrjanini í 2. hálvleiki. Kyndil fekk í øllum førum gongd á, meðan teir í bláum høvdu trupulleikar við at skjóta hol ígjøgnum hjá Tórða Guttesen, ið varð valdur til dagsins leikara eftir dystin. Eftir ellivu og ein hálvan minutt í 2. hálvleiki hevði Kyndil skorað eins nógv mál sum í øllum 1.hálvleiki (8), og munurin var fýra mál. Álopið var meira effektivt, og teir í grønum fingu fatur á so at siga øllum returbóltunum í báðum endum. Neistin fall tó ikki í fátt, og Jeppe Borch fór til eina 5-1 verju við Runa Olsen sum 1’ara og 7 ímóti 6 í álopinum. Hetta eydnaðist væl – serliga í álopspartinum - og álopið hjá Kyndli stegaði upp.
Tað lá eina løtu og svingaði ímillum 2-3 mál, og talan var um fínt hondbóltsspæl. Tá seks og ein hálvur minuttir vóru eftir kom Neistin niður á -1, í 55. minutti javnaði Søby við brotskasti, men minuttin eftir fekk Tróndur Kragesteen útvísing. Kyndil fekk eitt heppið mál, Søby svaraði aftur við at lobba eitt brotskast í málið. Eftir eitt langt álop misti Kyndil bóltin, Neistin tók av, kyndlamenn svaraðu aftur, og so fekk Rasmus Søby bóltin í hendurnar. Tað vóru nøkur heilt fá tikk eftir á klokkuni, tá lámi danin smekkaði til langt úti frá og vælleikandi Kyndla-málverjin megnaði akkurat ikki at steðga skotinum.
Tey bláu í høllini, ið livdi sera væl við saman við teimum í grønum, kundu veruliga fegnast, nú Neistin basti grannunum. Tað lá annars til Kyndil leingi í 2. hálvleiki, men teir í bláum stríddust ógvuliga væl. Broytingarnar hjá venjaranum eydnaðust, Søby tók ábyrgd, og liðið vísti vilja og gott spæl. Tað førdi til sjeynda steypasigurin hjá Neistanum, meðan hjá Kyndli var talan um stórt vónbrot, nú tað ikki eydnaðist at endurvinna steypið.
Kyndil - Neistin 22-23 (8-9)
Kyndil: Tórður Guttesen – John í Innistovu, David Edvardsen/ Janus Jacobsen, Tummas Pauli Hanusarson/ Hjalti Mohr Jacobsen, Bartal Klein Olsen, Hjalti Klein Olsen, Rógvi Dal-Christiansen,
Toppskjúttar: Bartal Klein Olsen , Hjalti Mohr Jacobsen ogThomas Pauli Hanusarson 4 mál hvør
Neistin: Nicholas Satchwell – Rasmus Søby, Tróndur Kragesteen, Jósvein Dulavik, Høgni Zachariassen, Karl Martin Olsen, Pætur Mikkjalsson
(Serliga Tróndur Mikkelsen, Dánjal Ragnarsson og Rune Olsen vóru nógv inni eisini)
Toppskjútti: Rasmus Søby 6 mál
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald