placeholder
Fótbóltur

Real Madrid basti Atletico Madrid í Supercopa

Í finaluni var málleyst eftir 120 minuttir. Liðið hjá Zidane vann á liðnum hjá Simeone. Í ár vóru fýra lið við í kappingini, ið varð avgreidd í Saudi Arabia.

Hóast liðið endaði nummar trý í fjør og fór út úr hálvfinaluni í styepakappingini, vann Real Madrid Supercopa í gjár ((Mynd: EPA)

Hóast liðið endaði nummar trý í fjør og fór út úr hálvfinaluni í styepakappingini, vann Real Madrid Supercopa í gjár ((Mynd: EPA)

2020-01-13 15:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vanligt er, at Super Cup ein dystur millum steypavinnarar og meistaran árið fyri. Men í januar, nú meðan La Liga liggur still, hava fýra tey størstu sponsku feløgini dystast um at vinna Supercopa de Espana. Ikki í Spania, men í Jeddah i Saudiarabia. 

Barcelona gjørdist meistari í fjør men tapti í finaluni í Copa Del Rey fyri Valencia. Tað var ikki nakar stórsteypadystur í hesum kappingarárinum, og tað vóru Madrid-feløgini og ikki Barca og/ella Valencia í finaluni. Real vann 3-1 á Valencia í hálvfinaluni mikudagin, og dagin eftir koppaði Atletico meistarunum í undirhaldandi dysti. Messi og Griezmann skoraðu, Barcelona var á odda 2-1, men Atletico svaraði aftur.

Í finaluni í gjárkvøldið kom einki mál, hóast spælt varð í 120 minuttir. Real Madrid hevði eina yvirvág í skotroyndum. Alvaro Morata hevði í 2. hálvleiki í longdu leiktíðini ein fríleypara, men Federico Valverde hálaði í neyðbremsuna og fekk reytt kort. 

[object Object]
Ramos hevur her avgjørt finaluna (Mynd: EPA)

Í brotssparkskappingini brendi Atletico Madrid, Saul og Thomas, fyrstu skotini. Bert Kieran Trippier skoraði fyri liðið hjá Simeone. Real skoraði uppá fýra útav fýra, og tað tað var nóg mikið til at lyfta steypið. Carvajal, Rodrygo, Modric og Ramos skoraðu úr ellivu metrum.

Super Cup í Spania varð harvið vunnin av liðnum, ið endaði nummar trý í fjør, ið spældi móti silvur"vinnarunum" í einari finalu sum var í Saudiarabia.

Supercuppa de Espana
Jeddah, Saudiarabia. 
 

Hálvfinalur:

08-01: Valencia - Real Madrid 1-3 (0-2)
09-01: Barcelona - Atletico Madrid 2-3  (0-0)

12-01: Atletico Madrid - Real Madrid 1-4 (eftir brotsspørk) (0-0 eftir vanliga leiktíð og longda leiktíð)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder