2018-08-28 10:25

Rebekka Fuglø, sum umboðar Treysti í Klaksvík, gjørdist leygardagin danmarksmeistari í 1500 metrar renning á stevnu í Odense.
Rebekka rann fyri Vejle, sum hon umboðar, tá hon rennur í Danmark, og Rebekka gjørdi púra bart, tá áleið 250 metrar vóru eftir at renna. Tá setti hon ferðina upp og rann frá hinum kvinnunum, sum royndu at hanga í.
Tá Rebekka kom á mál var hon danmarksmeistari við tíðini 4:29.62. Hetta er næstan eitt sekund skjótari enn føroyska metið, sum hon sjálv átti, veit Kringvarpið at siga.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald