Tað er framvegis gott lag á Jákup Petur Eliassen og Ken Bærentsen, sum nú í næstan tvey samdøgur hava súkklað til allar bygdir í Føroyum.
Nú eru teir næstan komnir á mál. Teir báðir við fylgi góvu fyri løtu síðani ljóð frá sær á Signabø, har tey hava fingið ein góðan kaffimunn.
Nú eru Kaldbak og Hvítanes eftir áðrenn endað verður á Vaglinum beint fyri klokkan 9 fyrrapartin.
Tey siga, at tey vera við rundkoyringina við Føroya Tele klokkan 8:30, og seta kós móti Vaglinum og vera har nakað áðrenn klokkan 9. Tá vera tað 48 tímar síðani teir báðir byrjaðu túrin úr Sumba.
Tá teir eru komnir á Vaglið hava teir báðir lagt umleið 610 kilometrar afturum.
--
Súkklað verður millum annað fyri at seta fokus á Eydnudeildina, og tað arbeiðið tey gera. Til ber at stuðla við at flyta pening á kontu: 9865-3135467
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald