Fótbóltur

Reytt bleiv til gult: B36 takkar NSÍ fyri fair play

B36 kvinnur takka NSÍ fyri at sýna góðan Fair Play anda tá málverjin í fyrsta umfari fekk reytt kort. Avgerðin var løtu seinni broytt til gult kort.

Nógv umrødda støðan (Skíggjamynd: 3-2)

Nógv umrødda støðan (Skíggjamynd: 3-2)

2022-08-31 21:46 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað var ein heldur óvanlig hending í dystinum millum B36 og NSÍ leygardagin. Dysturin endaði 1-1, men tað sum stendur eftir er, at B36-málverjin Valborg Østerø í fyrsta umfari fær reytt kort, sum síðani verður broytt til gult kort.

B36 takkar í fráboðan á Facebook í kvøld NSÍ-hópinum fyri góðan Fair Play anda. Sambært B36 siga NSÍ leikararnir við dómaran, at brotið átti at givið gult kort, og hetta var tí ein harðari revsing enn rætt var.

Á videobrotinum, sum 3-2 vísti mánakvøldið, kundi tað eisini bent á, at NSÍ bonkurin og B36 bonkurin eru ósamdir. Men tað er ikki um broytingina av kortinum, sigur B36, men um at bakka innskiftingina av eykamálverjanum aftur.

B36 skrivar soljóðandi: 

B36 kvinnur takka NSÍ KVINNUR fyri góðan Fair Play anda 

Nógv umrødda støðan millum B36 og NSÍ kvinnur farna leygardag, hevur skapt gitingar um hvat fór fram inni á vøllinum. Vit hava áður skrivað, at vit fóru at venda aftur til støðuna.

Hetta er tað sum veruliga fór fram:

Dómarin floytar og metir, at Valborg Østerø tók bóltin upp í hendurnar uttanfyri brotssteigin.

Valborg fær reytt kort, og B36 hópurin og fólk um liðið varskógva, at hetta ikki er rætt. 

[object Object](Skíggjamynd: 3-2)

NSÍ leikarar gera seg til reiðar at taka frísparkið, og kunna tá dómaran um, at hann hevur gjørt ein feil. Tær vilja vera við, at brotið átti at givið gult kort, og varð hetta tí ein harðari revsing enn rætt var. At mótstøðuliðið (sum vildi fingið stóran fyrimun av at B36 spældi við 10 leikarum) tekur hesa støðu, gevur dómaranum møguleika at endurhugsa dómin. Vit hava stóra virðing fyri, at NSÍ roynir at gera sítt fyri, at støðan bleiv endurhugsað. 

Hetta er ein sjáldsom hending í einum dysti, og tí kann vera trupult at meta hvat er rætt og ikki, serliga tá ein dómari ikki hevur drúgvar royndir.

Dómarin broytti reyða kortið til eitt gult og kunnaði eftirfylgjandi bonkin hjá B36 og NSÍ, at hann hevði gjørt ein feil. 

[object Object](Skíggjamynd: 3-2)

[object Object](Skíggjamynd: 3-2)

Tað sum eftirfylgjandi sær út sum, at NSÍ bonkurin og B36 bonkurin eru ósamdir, er ikki um broytingina av kortinum, men um at bakka innskiftingina av eykamálverjanum aftur. 

Vit vilja hervið sláa fast, at einki annað hevur verið galdandi í umrøddu støðuni. Og at bæði venjaratoymini tóku í hondina á hvørjum øðrum og dómaranum, tá farið var út til seinna hálvleik. 

Vit hava virðing fyri, at ein dómari kann og hervið eisini broytti sín dóm áðrenn spælið varð tikið uppaftur. Tað krevur dirvi.

B36 vónar at fólk vísa virðing og hava siðiligan atburð um støðuna. B36 vónar at síggja dómaran aftur á vøllinum í Betri deildini. 

B36 hevur sera stóra virðing fyri, at leikarar hjá NSÍ vístu Fair Play og ynsktu at spæla dystin 11 móti 11, ið rætt var.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder