2019-12-20 13:16
B71 boðar í morgun frá, at eftir drúgva leitan og nógvar samrøður er nýggjur høvuðsvenjari funnin.
Um Richard Goffe skrivar B71, at hann verður 38 ára gamal fyrst í januar og er breti, upprunaliga úr London. Hann hevur drúgvar venjararoyndir; m.a í Reading og QPR.
Seinastu tvey árini hevur Goffe havt venjarastarv á Vestmannaoyggjunum í Íslandi, har hann hevur starvast sum venjari hjá kvinnuliðnum hjá ÍBV.
Sáttmálin bleiv undirskrivaður í gjárkvøldið og er galdandi fyri komandi tvey árini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald