Annað

Riðið kapp í 40 ár

78 ára gamli Hans Pauli Poulsen í Havn, hevur í heyst riðið kapp í samfull 40 ár.

(Mynd: Føroya Ríðingafelag)

(Mynd: Føroya Ríðingafelag)

2025-08-18 16:43 Author image
Sverri Egholm
placeholder

78 ára gamli Hans Pauli Poulsen í Havn, hevur í heyst riðið kapp í samfull 40 ár.

Hetta helt Føroya Ríðingarfelag var vert at markera, so nú heystkappríðingin var, fekk hann handað eina gávu frá felagnum.

Samstundis fekk ryssan hjá Hans Paula Poulsen eisini handa ferðasteyp fyri at hava vunnið oftast á heystkappríðingini síðani steypið var latið í 2009. 

Svanna gjørdist nummar trý í Tvíspor 1 flokki á degnum, men tað var Barbara R. Mouritzen sum sat á hendan dagin. Hans Pauli Poulsen luttók sjálvur í 2 flokki á hestinum Tindi. Teir báðir gjørdist nummar 3 í flokkinum.

[object Object]Hans Pauli Poulsen á Tindi móti Elisabeth Niclasen á Bleiki (Mynd: Føroya Ríðingafelag)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder