Fótbóltur

Ríkmaður bjóða 1,8 milliardir dollarar fyri Arsenal

Stan Kroenke ynskir fult ræði á Arsenal.

Stan Kroenke

Stan Kroenke

2018-08-07 11:01 Author image
Ari av Rana
placeholder

Maðurin, sum eigur meirilutan av partabrøvunum í Arsenal, ynskir nú at hava fult ræði á fótbóltsfelagnum. Tí hevur amerikanski ríkmaðurin Stan Kronke nú bjóða 1,8 milliardir pund fyri partabrøvini hjá minnilutaánaranum Alisher Usmanov úr Russlandi, sum eigur 30% av felagnum.

Keldur tætt at Usmanov siga við ESPN, at russiski ríkmaðurin hevur gingið við til søluna.

Kroenke eigur í løtuni 67% av partabrøvunum í felagnum, og um hann fær keypt tey 30% frá Usmanov, kann hann tvinga ánararnar av teimum síðstu trimum prosentunum at selja sín part.

Stan Kroenke og Alisher Usmanov hava fyrr roynt at keypa partabrøvini hjá hvør øðrum, men uttan eydnu. Júst hví Usmanov vil selja nú er ikki kent, men hann er blivin meiri og meiri ónøgdur við ikki at sita í nevndini í fótbóltsfelagnum og at hava meiri ella minni einki at siga í hvussu felagið verður rikið.

Fer sølan fram, verður hetta fyrstu ferð í søguni, at ein maður eigur alt fótbóltsfelagið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder