Fótbóltur

Risafavorittarnir avgjørdu heilt móti endanum í Føroyum

Olaf Bárðarson legði Føroyar á odda beinanvegin við beinleiðis hornasparki, og heimaliðið stríddist fyrimyndarliga. Portugal skoraði tó tvær ferðir seinastu tríggjar minuttirnar.

Føroyingar gjørdu tað trupult hjá portugisisku favorittunum í kuldanum í Klaksvík. Eftir føroyska leiðslu og kavarok gekk tað tó til endans hjá oddaliðnum í bólkinum (Mynd: Andrei Antal)

Føroyingar gjørdu tað trupult hjá portugisisku favorittunum í kuldanum í Klaksvík. Eftir føroyska leiðslu og kavarok gekk tað tó til endans hjá oddaliðnum í bólkinum (Mynd: Andrei Antal)

2024-10-11 18:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyska U21-landsliðið var ógvuliga nær við at skapa eitt heilt stórt úrslit í kuldanum í Klaksvík tíðliga í kvøld. Greiða oddaliðið í bólkinum, við nógvum spælarum á stórum addressum í Evropa og við høgum peningaligum virði, var heilt nær við ikki at fáa trý stig við móti stríðsfúsu føroyingunum.

Heimaliðið loypti hvøkk á beinanvegin: Olaf Bárðarson vann hornaspark og sendi tað sjálvur beinleiðs í portugisiska málið. Ikki gott málmansspæl, men snilt og flottt av gøtumanninum. 1-0 til Føroyar eftir tvær minuttir.

Heini Fossdalsá Sørensen hevði eisini ein góðan møguleika seinna í fyrra hálvleiki - hetta var eftir, at júst Olaf spældi hann frían.

Annars vóru Føroyar rárir gestir á portugisiski hálvuni. Útiliðið hevði bóltin heilt nógv, og rakti millum annað stongina tvær ferðir. Fleiri ferðir vóru fleiri føroyingar í brotsteignum og vardu fyri, og Ari í Haraldsstovu Petersen átti nakrar bjargingar.

Kavi órógvaði, portugisar sóu ikki út til at kenna seg so heilt væl í føroyska kuldanum, men í 38. minutti kom hol í múrin. Eftir gjøgnumbrot í høgru endaði bólturin heldur tilvildarliga hjá Fabio Silva, og Las Palmas-spælarin, sum Wolves hevur keypt fyri yvir 200 milliónir krónur og síðani leigað út, skoraði.

Stutt seinni sendi Silva Heina Sørensen á sjúkrahúsi við at sveiggja albogan beinleiðis, og hann burdi fingið sítt seina gula nakrar minuttir seinni fyri líknandi brot.

[object Object]Fabio Silva nýtti albogan at senda Ása Dam í svørðin. Dýri vongurin og fyrsti málskjúttin hjá Portugal fekk ikki sítt seinna gula kort her - hann varð skiftur út í steðginum (Mynd: Andrei Antal)

[object Object]Nógvur kavi kom niður seinastu løtuna, og neyðugt varð at nýta appelsinlittan bólt í nakrar minuttir (Mynd: Andrei Antal)

Portugal hevði bóltin so at siga allan 2. hálvleik, men longur var millum spentu støðurnar. Í 87. minutti var Gabriel Bras tó púra fríur í sambandi við hornaspark, og kundi ótarnaður stúta bóltin í føroyska netið.

Ein beiskur biti, og tveir minuttir seinni smekkaði Paulo Bernardo bóltin upp í longra málhornið. Eitt stórt stig glapp Føroyum av hondum, men avrikið - serliga í verjustøðu - var sterkt.

Seinasta uppgáva í undankappingini verður týsdagin á Tórsvølli, har Hvítarussland vitjar. Føroyar kunnu tryggja sær 4. plássið í bólkinum við at vinna á Hvítarussum aftur - ella spæla javnleik.

U21 EM-undankapping
Næstseinasta umfar - við Djúpumýru, fríggjadagin 11.10
Føroyar - Portugal 1-3 (1-1)
3' Olaf Bárðarson 1-0
38' Fabio Silva 1-1
87' Gabriel Bras 1-2
89' Paulo Bernardo 1-3

Føroyar (5-4-1/3-4-3): Ari í Haraldsstovu Petersen - Ási Dam, Gullbrandur Øregaard, Børge Petersen, Elias Rusborg, Martin Agnarsson - Heini Fossdalsá Sørensen (43' Beinir Nolsøe), Aron Jarnsskor Ellingsgaard, Noah Mneney, Olaf Bárðarson - Jørgen Nielsen

[object Object]Teir fyrstu ellivu (Mynd: Andrei Antal)

Hesir komu inn seinasta korterið:
Ejvind Restorff Mouritsen, Leivur Fossdal Guttesen, Emil Weihe Joensen og Bergur Poulsen.

[object Object]
Umfram Heini Sørensen, ið helst fekkheilaskjálvta, noyddust Jørgen Nielsen og Ási Dam út við skaðum (Mynd: Andrei Antal)

Dagført: 19.15

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder