Hondbóltur

Rói og Óli høvdu stórar leiklutir í sigrum

Rói Ellefsen á Skipagøtu skeyt fimm mál fyri Hallby, sum nú er á endaspælsplássi. Sävehof vann í evstu løtu, og deildartoppskjúttin, Óli Mittún, var sum vera man toppskjútti.

Rói Ellefsen á Skipagøtu hevur verið kring A-landsliðið í yvir tvey ár nú. Hann hevur tó so at siga ikki spælt - tað kann verða talan um minuttir hesafer, nú fleiri skaðar eru í bakketuni (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Rói Ellefsen á Skipagøtu hevur verið kring A-landsliðið í yvir tvey ár nú. Hann hevur tó so at siga ikki spælt - tað kann verða talan um minuttir hesafer, nú fleiri skaðar eru í bakketuni (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-03-06 10:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Grundspælið í bestu svensku mansdeildini fer at koma at enda um tvær vikur, og eftir dystirnar í gjár hava flestu liðini bert tveir dystir eftir.

Átta tey fremstu av teimum 14 liðunum koma í ovara endaspælið, sum byrjar við fjórðingsfinalunum. Har er annað av føroyingafeløgunum, IF Hallby, beint nú beint innanfyri.

Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir vóru á vitjan í Ålingsås í gjár. Neyðugt var við sigri fyri at lyfta seg upp á 8. plássi og uppum júst Ålingsås. 

Hetta eydnaðist. Hallby vann 32-27, og Rói Ellefsen á Skipagøtu skoraði fimm mál í fimm-málssigrinum og átti eisini upplegg.

21-ára gamli landsliðsspælarin og liðfelagarnir hava tvær "finalur" eftir - tann fyrra leygardagin á heimavølli móti Önnereds og tann seinna á útivølli móti IFK Skövde efttir landsliðssteðin. Bæði liðini eru beint í hølunum á Róa og teimum.

[object Object]

Støðan í Handbollsligaen

Sävehof fer at koma í endaspæli. Tað er bara spurningurin, hvat pláss liðið hjá Óla Mittún og Ísaki Vedelsbøl fær, og harvið hvørjum man møtir.

Sigurin á botnliðnum Skånela í gjár tryggjaði, at verandi meistararnir nú eru nummar fýra. 

IK Sävehof var annars ikki frammanfyri í dystinum, fyrrenn tá hálvur minuttir var eftir. Tá skoraði Pontus Brolin til 33-32, og tað lætnaði í Partille.

Brolin var næstbesti málskjútti hjá Sävehof við sjey málum. Toppskjútti varð Óli Mittún við átta málum. 19-ára gamli føroyingurin er toppskjútti í allari deildini við 162 málum fyri 24 dystir.

Ísak Vedelsbøl spældi ikki so stóran leiklut í álopinum. Unga landsliðsstrikan fekk tvær útvísingar í sigrinum. Ísak og Óli skulu til Helsingborg sunnudagin, áðrenn leiðin gongur til Føroyar at spæla landsdyst.

[object Object]Óli Mittún er føroyskur toppskjútti higartil í EM-undankappingini við 16 málum fyri tveir dystir. Hann verður ógvuliga týðandi móti Niðurlondum (Mynd: Egin Tollaksson Kass)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder