2023-01-10 15:38
Tað hevur ljóðað í eina tíð, at Rói M. Hentze og KÍ hava havt samráðingar, og í dag hava partarnir skrivað undir, skrivar felagið á heimasíðuni.
Rói M. Hentze er 22 ára gamal, og hevur áður umboðað B36 og B68.
Sostatt hava klaksvíkingar tryggjað sær annan málverjan. Í Fótbóltsprát í útvarpinum í gjár, segði Jákup Ósá frá Bolt.fo og Norðlýsinum at leysasøgur vóru, at málverjin í fjør og ein part av 2021, Mathias Rosenørn, møguliga heldur fram.
Høvuðsvenjarin hjá KÍ, Magne Hoseth, og Rói M. Hentze (Mynd: KÍ)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald