Hondbóltur

Rókur spælt flest A-landsdystir

Hetta er greitt, eftir at Handballstatz hevur skrásett allar 186 landsdystirnar hjá monnum síðani 1964. Rókur Akralíð spældi 57 landsdystir - tveir núverandi spælarar eru niðast á topp-tíggju listanum.

Rókur Akralíð var leingi partur av A-landsliðnum og spældi strikuspælarin úr høvuðsstaðnum  57 ferðir. Hann takkaði fyri seg í vetur - her í landsdysti í fjør (Mynd: Sverri Egholm)

Rókur Akralíð var leingi partur av A-landsliðnum og spældi strikuspælarin úr høvuðsstaðnum 57 ferðir. Hann takkaði fyri seg í vetur - her í landsdysti í fjør (Mynd: Sverri Egholm)

2023-04-19 17:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Heimasíðan Hanballstatz hevur verið til í eina tíð. Har verða nógv føroysk hondbóltshagtøl skrásett, og seinastu dagarnar eru allir A-landsdystirnir hjá monnum skrásettir.

Handballstatz skrivar, at teir eru 186 í tali og fara heilt aftur til árið 1964.

Síðan hevur nú kunngjørt topp-tíggju listan yvir teir við flest skrásettum A-landsdystum. Teir fyrstu átta eru ikki virknir sum landsliðsspælarar longur. Bert maðurin sum er nummar tvey á listanum er virkin sum hondbóltsspælari í løtuni.

[object Object]Handballstatz

Rókur Akralíð, sum skifti frá bakspælara til strikuspælara eftir skaða í økslini, takkaði fyri seg sum landsliðsspælari og hondbóltsspælari beint eftir ársskiftið. Havnarmaðurin var landsliðsspælari yvir eitt tíðarskeið á 18 ár, har tað tó ikki var skipað virksemi øll árini. Rókur spældi 57 A-landsdystir - tveir fleiri enn spælskiparin hjá Neistanum Tróndur Kragesteen hevur spælt. Tróndur spælir framvegis og skal í morgin royna at spæla felag sítt í FM-finalurnar. Hann hevur tó ikki verið á A-landsliðnum í yvir fimm ár.

Fýra spælarar hava yvir 50 landsdystir. Millum teir er toppskjúttin á listanum: Kollfirðingurin Hanus Joensen sum skoraði 238 mál í 54 landsdystum. Flestu teirra vóru í sjeytiárinum. Hanus var lyklaleikari og liðformaður, tá Føroyar spældu í fyrstu C-HM kappingunum, og bakspælarin royndi seg eisini í donskum hondbólti.

Heini Hanusarson kom uppum 200 mál í sínum 43 landsdystum - eisini var hann virkin í donskum hondbólti.

Teir báðir í topp-tíggju sum framvegis eru á landsliðnum eru hesir:

9. Peter Krogh 36 dystir (122 mál)
10. Kjartan Johansen 35 dystir (73 mál)

Petur er upprunaliga úr Danmark, men hevur seinastu árini verið ein ímynd í føroyskum hondbólti. Sum sæst hevur hann staðið fyri nógvum málum, men tað eru serliga styrkirnar sum verjuspælari, ið royndi H71-spælarin skal vísa fram í næstu viku, tá Føroyar stríðast um EM-pláss.

Kjartan Johansen er við aftur í hópinum. 26-ára gamli strandingurin var partur av U21-landsliðnum, sum í 2017 var við í HM-endaspælinum. Síðani tá hevur Kjartan spælt uttanfyri landoddarnar, og lámi strandingurin  hevur verið fastur á A-landsliðnum - í fleiri undankappingardystum hevur hann verið føroyskur toppskjútti.

Til ber at síggja fleiri hagtøl um A-landsliðið og annað á handballstatz.com

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder