
Á sama degi sum hann skrivaði "here we go" til millum annað tað at Bryan Mbuemo fer til Manchester United og at Marcus Rahford fer til Barcelona, legði Fabrizio Romano fylgjandi út til sínar beint yvir 26 milliónir fylgjarar á Facebook.
Mynd: Fabrizio Romano/Facebook
Italiumaðurin er ein av heimsins kendastu fótbóltstíðindamonnum. Hann hevur spælaraflytingar sum serøki og er ofta tann fyrsti at kunngerða slíkar á sosialu miðlunum. Romano arbeiðir í stóran mun fyri seg sjálvan og hevur serliga nógvar og góðar keldur.
Fabrizio Romano heldur eisini eyga við ymiskum øðrum, sum rørir seg í fótbóltsheiminum, og hann tykist bergtikin av føroyska vakurleikanum og tí at eitt felag úr einum lutfalsliga so lítlum býi sum Klaksvík (beint yvir 5.000 fólk) stendur seg so væl í evropeiskari kapping.
Uppslagið er frá í gjár, leygardegnum, og hevur yvir 200.000 reaktiónir (fólk sum dáma, o.s.fr.), hevur yvir 3.600 viðmerkingar og yvir 1.000 deilingar.
KÍ-fagnaður í mjørkanum við Djúpumýru hóskvøldið (Myndir: Sverri Egholm)
KÍ vann hósvkøldið 2-0 í seinna dystinum í fyrra umfari í Conference League. Hetta móti finska SJK sum KÍ vann 2-1 á í Finnlandi. Suverena oddaliðið í Betrideildini skal spæla í 2. umfari móti serbiskari mótstøðu hósdagin á útivølli.
Sí eisini: KÍ skal til Serbia í næstu viku
Dagført: 20.16
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald