Eftir eina røð av vánaligum úrslitum, er niðurlendingurin Ronald Koeman nú givin sum venjari í spanska fótbóltsfelagnum FC Barcelona.
Tað upplýsir felagið í tíðindaskrivi eftir at liðið í gjárkvøldið tapti 0-1 móti Rayo Vallecano í La Liga, skrivar Ritzau.
- Forsetin í felagnum, Joan Laporta, kunnaði Koeman um avgerðina eftir ósigurin móti Rayo Vallecano, upplýsir felagið í skrivinum, har tað verður lagt afturat, at Ronald Koeman fær høvu til at siga spælarunum farvæl á Ciutat Esportiva venjingarvøllinum seinnapartin í dag. Felagið ynskir eisini Koeman góða eydnu í hansara víðari starvsleið.
Avgerðin um at koyra Ronald Koeman frá kemur eftir eina røð av vánaligum úrslitum, har tað bert er eydnast Barcelona at vinna tvær ferðir í sjey teimum seinastu dystunum.
58 ára gamli Ronald Koeman spældi sjálvur við FC Barcelona í árunum 1989 til 1995. Áðrenn hann gjørdist venjari hjá Barcelona í fjør var hann niðurlendskur landsliðsvenjari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald