Ronald Koeman er valdur sum nýggjur venjari í FC Barcelona. Tað boðar forsetin í felagnum, Josep Maria Bartomeu frá.
-Um alt gongur eftir ætlan tekur Koeman yvir í felagnum, sigur Bartomeu í eini samrøðu sambært spanska miðlinum AS.
-Vit hava valt hann grunda á hansara royndir, hansara áskoðan og tí hann kennir felagið, leggur Bartomeu afturat.
Um skifti gerst alment fer Koeman úr starvinum sum hollendskur landsliðsvenjari. Koeman hevur áður verið venjari hjá eitt nú Everton, Southampton og Feyenoord.
Roanald Koeman hevur áður verið í Barcelona sum leikari, har hann spældi í seks ár. Harumframt var hann eisini hjálparvenjari í felagnum í tvey ár tá Louis Van Gaal var venjari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald