36 ára gamla portugisiska fótbóltsfenomenið, Cristiano Ronaldo, heldur fram við at skora flott mál við høvdinum.
Tá Juventus í gjárkvøldið vann 3-0 á Crotone í Serie A í Italia, stútaði Ronaldo tvey av málunum í netið. Serliga málið til 2-0 vekir undran, tá hann leyp upp til eitt innlegg frá Aaron Ramsey og stútaði tað í netið. Ronaldo megnar at leypa nógv hægri enn mótleikararnir, og hann stútar bóltin niður í málið eins og ein flogbóltsspælari smassjar, næstan.
- Tey, ið granska kropsins rørslur, skulu hyggja at málinum til 2-0, skrivaði Gazetta dello Sport eftir dystin og gevur Ronaldo karakterin 8.
Ronaldo hevur nú skorað 133 mál við høvdinum sum fótbóltsspælari. Og liggur nú eisini ovast á toppskoraralistanum í Italia í ár, beint framman fyri Romelu Lukaku hjá Inter.
Við sigrinum í gjárkvøldið, fór Juventus fram um Roma á stigatalvinum, men hevur framvegis átta stig upp til Inter á ovasta plássi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald