13. oktober varð Cristiano Ronaldo testaður positivt fyri koronavirus. Tað varð hann aftur í farnu viku, og harvið gjørdist tað meira greitt, at Ronaldo-Messi uppgerðin í Champions League var í vanda.
Tann uppgerðin verður í kvøld - hon verður bara uttan Ronaldo. Portugisiska superstjørnan kann ikki spæla orsakað av covid-19. 34-ára gamli áleyparin hjá Juventus hevur verið í sóttarhaldi, hevur ikki havt sjúkueyðkenni og hevur vant hart sjálvur, sum verða man. Eins og hinir leikararnir hjá Juventus, og teir hjá Barcelona, varð Ronaldo kannaður aftur í gjár. Kanningin í gjár vísti seg at vera positivt, og harvið skal hann framhaldandi halda seg heima.
Harfrá kann hann síggja sínar liðfelagar stríðast móti Messi og co. Barcelona tapti El Clasico í vikuskiftinum og hevur ikki vunnið í teimum seinastu trimum La Liga dystunum, eftir at liðið annars byrjaði kappingarárið so væl. Í Champions League legði Barca út við at vinna 5-1 á heimavølli móti ungarska Ferencavaros. Í tí dystinum fekk Gerard Pique reytt kort, og hann situr harvið uttanfyri í kvøld saman við málverjanum Marc-Andre ter Stegen, hinum fasta miðverjanum Samuel Umtiti og Phillippe Coutinho, ið annars av álvara er komin í gongd aftur. Hesir tríggir eru skaddir.
Umframt Ronaldo, noyðist liðið hjá Pirlo at spæla uttan miðverjarnar Giorgio Chiellini og Matthijs De Ligt. Leonardo Bonucci er ivasamur, og harvið kann verjuparturin vera heilt tunnur til brakið.
Tað er tó tað, at Ronaldo manglar, ið fer at fylla mest. Juventus hevur eisini bert fingið javnleik í tveimum sínum síðstu Serie A-dystum, tó at Dynamo Kiev varð bast í Champions League-dystinum í farnu viku.
Ronaldo og Messi hava síðani 2007 verið í fremstu røð, og nú báðir eru komnir nakað upp í tríatiárini vita fótbóltsfjepparar, at tíðin við teimum har av álvara styttist. At Ronaldo og Messi spæla innanhýsis uppgerðir er nú ikki longur á hvørjum árið. Síðst teir hittust í Champions League var í hálvfinalunum í 2011, tá Messi sendi Real Madrid og Ronaldo út. Samanlagt hava teir vunnið kappingina níggju ferðir - Ronaldo fimm og Messi fýra - og Balon d'Or 11 ferðir - Messi seks og Ronaldo fimm.
Støðurnar í bólkunum, úrslitini og dystirnir í kvøld síggjast her (uefa.com)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald