Fótbóltur

Ronaldo hevur nú omanfyri 100 landsliðsmál

35-ára gamli leikarin skoraði mál nummar 100 og 101 fyri Portugal í sigrinum í Svøríki.

2020-09-10 21:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var Cristiano Ronaldo sum, eins og í play-off dystinum til HM í 2013, søkti Svøríki í Stokkhólmi týskvøldið. Nummar sjey hjá Portugal skoraði bæði málini í Nations League dystinum, og bæði vóru frálík.

Leiðslumálið á Friends Arena kom beint áðrenn hálvleik við beinleiðis frísparki stutt uttanfyri brotsteigin. 2-0 málið varð skotið í 72. minuttir, tá Ronaldo snýtti Robin Olsson við sera góðum skoti av brotsteigarmarkinum - einum skoti ið endaði heilt í longra málhornið. 

Málini kunnu síggjast her

Hetta var landsdystur nummar 165 hjá Cristiano Ronaldo, og hann er nú á 101 landsliðsmáli. Tað er bert ein annar leikari, ið hevur fleiri enn 100 landsliðsmál, og að er Ali Daei sum frá 1993 til 2006 skoraði 109 mál í 149 dystum fyri Iran. Tað er helst lítil ivi um at Ronaldo, ið hevur gjørt greitt at hann ætlar at spæla í nógv ár afturat, fer at taka heimsmetið fyrr ella seinni.

Portugal vann Nations League í 2018-2019 og hevu seks stig fyri tveir teir fyrstu dystirnar. Næsta uppgávan er Frakland - fronsku heimsmeistararnir hava eisini fult stigatal eftir 4-2 sigurin á Kroatia týskvøldið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder