Fótbóltur

Ronaldo móti Messi - Solskjær og United undir stórum trýsti

Tveir teir bestu fótbóltsleikararnir seinastu góðu 13 árini dystast um fyrsta plássi í bólki G - United skal hava stig í Leipzig. Seinasta umfar í helminginum av bólkunum í Champions League verður í kvøld.

Liðið hjá Solskjær heldur ikki fram í Champions League, um liðið tapir í kvøld (Mynd: EPA)

Liðið hjá Solskjær heldur ikki fram í Champions League, um liðið tapir í kvøld (Mynd: EPA)

2020-12-08 15:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eru næstan 1000 dagar síðani at Lionel Messi og Cristiano Ronaldo hittust á leikvølli til kappingardyst. Tað var tá Ronaldo spældi við Real Madrid. Í kvøld er hann aftur á Camp Nou, har Messi og co. taka ímóti. Juventus tørvar ein greiðan sigur, um fyrsta plássið í bólkinum skal takast frá Barcelona. Tá liðini hittust í Torino seint í oktober vann Barcelona 2-0. Ronaldo var ikki við, tí hann var raktur av koronu. Hetta kann verða seinasta ferðin, at hesir báðir úrmælingarnir hittast í týðandi dysti.

Eins og í bólki E eru tvey tey fremstu liðini trygt víðari, har so hini bæði í kvøld skulu stríðast um 3. plássið, ið gevur atgongd til Europa League. Í bólki F hittast Lazio og Club Brügge til eina finalu, tó at javnleikur har er nóg mikið hjá italska liðnum. Dortmund er víðari og spælir í kvøld í Russlandi. Liðið Erling Haaland sum stóru stjørnini vinnur bólkin, um liðið fær eins úrslit sum Lazio í kvøld.

Størsti spenningurin er í bólki H. Við sigrinum á Old Trafford í seinastu viku settu Neymar og co. seg í eina sera góða støðu. PSG hevur bert tørv á stigi á heimavølli móti Basaksehir, um tað endar við javnleiki í Leipzig. Tapini hjá Manchester United móti PSG og Basaksehir kunnu gerast sera dýr, tí liðið hjá Solskjær skal hava minst javnleik í Týsklandi í kvøld fyri at koma víðari. Gamaní vann United 5-0, tá RB Leipzig vitjaði síðst í oktober, men heimaliðið er í kvøld favorittur. Liðið hjá Julian Nagelsmann var í hálvfinaluni í august og hevur tørv á einum sigri í kvøld, um lagnan ikki skal verða Europa League.

Champions League 6. og seinasta umfar

Bólkur F
Borussia Dortmund 10 *
Lazio 9
Club Brügge 7
Zenit 1

17.55: Lazio - Club Brugge
           Zenit - Dortmund

Bólkur E
Chelsea 13 *
Sevilla 10 *
Krasnodar 1
Rennes 1

20:00: Rennes - Sevilla
           Chelsea - Krasnodar 

Bólkur G
Barcelona 15 *
Juventus 12 *
Dynamo Kiev 1
Ferencvaros 1

20.00: Barcelona - Juventus
           Dynamo Kiev -  Ferencvaros 

Bólkur H
PSG 9
Manchester United 9
RB Leipzig 9
Istanbul Basaksehir 3
           
20.00: PSG - Istanbul Basaksehir
           Leipzig - Manchester United

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder