27 mál komu samanlagt í teimum átta dystunum í gjárkvøldið, tá seinna hálva av bólkaspælinum í Champions League fór í gongd.
Trý teirra skoraði Robert Lewandowski, sum í gjárkvøldið spældi sín dyst nummar 100 í kappingini. Við teimum málunum í trý-máls sigrinum á Benfica kom 33-ára gamli áleyparin uppá 81 Champions League-mál, og tað merkir, at hann í miðal skorar fýra mál fyri hvørjar fimm dystir, ið hann spælir í kappingini. Í ár er tað í miðal heili tvey mál fyri hvønn dyst, og við málunum hjá toppskjúttanum í kappingini, sum eisini legði upp til eitt mál, spældi Bayern seg trygt víðari.
Liðið hjá Julian Nagelsmann hevur fult stigatal, og sum støðan er í løtuni kemur Barcelona eisini víðari úr bólki A, men eftir tvær ferðir 1-0 á Dynamo Kiev eru truplari uppgávur fyri framman hjá katalanska felagnum, sum ikki hevur sett ein høvuðsvenjara: Bayern út og síðani Benfica í einari møguligari finalu um 2. plássið
Í Bergamo legði vælleikandi heimaliðið seg tvær ferðir á odda - fyrru ferð eftir dropp frá David de Gea og seinnu ferð tíggju minuttir eftir steðgðin eftir at vandamikli og kraftmikli Duvan Zapata varð sendur avstað. Í yvirtíðini av fyrra hálvleiki endaði gott og skjótt United-gjøgnumbrot við, at Cristiano Ronaldo javnaði, og hóast United ikki fekk spælið at koyra, og Ronaldo ikki var nógv við eftir steðgin, so endaði tað við javnleiki, tá 36-ára gamli portugisin av brotsteigarmarkinum hálvfluktaði ein leysan bólt niður í longra málhorn. Mál nummar fimm í kappingini hjá Ronaldo, ið er trý aftanfyri Lewandowski - uttan málini hjá nummar sjey hevði United bert havt tvey stig, men er nú á odda, orsakað av innanhýsis dysti.
Bólkur G hevur einki stórfelag, men er púra opin eftir úrslitini í gjár. Í bólki H er Juventus nú víðari, og eftir tógvið stríð í Svøríki eru meistararnir so gott sum víðari harfrá eisini. Hakim Ziyech skoraði einsamalla málið í Malmo í gjár.
Champions League-bólkaspæl, 4. umfar
Týsdagin 02.11
Bólkur E
Bayern Munchen - Benfica 5-2 (2-1)
Dynamo Kiev - FC Barcelona 0-1 (0-1)
1.Bayern 12 stig
2.Barcelona 6 stig
3.Benfica 4 stig
4.Dynamo Kiev 1 stig
Bólkur F
Atalanta - Manchester United 2-2 (1-1)
Villareal - Young Boys 2-0 (1-0)
1. Manchester United 7 stig
2. Villareal 7 stig
3. Atalanta 5 stig
4. Young Boys 3 stig
Bólkur G
Wolfsburg -Salzburg 2-1 (1-1)
Sevilla - Lille 1-2 (1-1)
Salzburg 7 stig
Lille 5 stig
Wolfsburg 5 stig
Sevilla 3 stig
Bólkur H
Malmo FF - Chelsea 0-1 (0-0)
Juventus - Zenit St. Pætursborg 4-2 (1-1)
Juventus 12 stig
Chelsea 9 stig
Zenit 3 stig
Malmo 0 stig
Helmingurin av liðunum skal kutast frá eftir seks umfør. Í kvøld eru eisini átta dystir á skránni - meira um teir seinni
Fótbóltur
Ronaldo og Lewandowski slóu enn einaferð til
Portugisin bjargaði enn einaferð United stig í kappingini, har hann nú hevur 139 mál. Póllendingurin skoraði hattrik fyri Bayern, ið nú er víðari - Lewandowski hevur 81 mál í 100 dystum í Champions League.
Cristiano Ronaldo heldur fram at leggja afturat sínum málmeti í kappingini og við at tryggja United stig
2021-11-03 08:24
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald