Leygardagin varð Portugal sligið út úr HM-endaspælinum. 1-0 tapið fyri Marokko í fjórðingsfinaluni tykist at vera endin á HM-dreyminum hjá mætasta portugisiska spælaranum nakrantíð, Cristiano Ronaldo.
Ronaldo var rørdur, tá hann gekk av vøllinum. 37-ára gamli áleyparin byrjaði á bonkinum, eins og hann gjørdi í áttandapartsfinaluni móti Sveis, ið Portugal vann 6-1, og hetta elvdi til nógv umrøðu.
Tað var eisini ógvuliga nógv umrøða í vikuni áðrenn HM-endaspælið, tí Cristiano Ronaldo hevði í samrøðu við Piers Morgan hvassliga funnist at Manchester United og fleiri persónar, ið eru ella vóru knýttir at felagnum, sum tá var hansara arbeiðsgevari.
Ronaldo á bonkinum undir dystinum móti Sveis
Eftir tapið fyri Marokko (Myndir: EPA)
Ronaldo varð uppsagdur, og nú eru stór spurnartekin um framtíð hansara. Í gjár komu nógvar gitingar fram, eftir at Ronaldo var sæddur í Valdebebas, har Real Madrid venur.
Hann er ein legenda í felagnum, hann var í Real Madrid-klæðum, men alt hetta merkir ikki, at nógv umrøddu portugisin fer at skriva undir sáttmála við sítt gamla felag. Tað kom fram, at Ronaldo hevði spurt um møguleikan at halda seg í gongd har, nú hann var í býnum saman við soni sínum.
Forsetin hjá Real Madrid Florentino Perez sigur, at Cristiano Ronaldo spurdi seg fyri, og at hann, ið hevur gjørt so nógv fyri felagið, altíð er vælkomin at nýta umstøðurnar.
37-ára gamli spælarin vandi ikki saman við teimum Real Madrid-spælarunum, ið vóru til venjing. Ronaldo spældi millum annað undir Ancelotti, tey níggju árini hann var í Real Madrid. Hann vann Champions League fýra ferðir í tíðini, La Liga tvær ferðir og sponsku steypakappingini tvær ferðir. Hann skoraði 450 mál í 438 dystum fyri høvuðsstaðarfelagið.
Cristiano Ronaldo hevur eitt tilboð liggjandi úr Saudiarabia, ið kann gera hann til best lønta ítróttarfólkið í søguni. Tað er tó okkurt, ið bendir á, at yvirleggjarin er hægri enn besta deildin í Saudiarabia.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald