Hann kom til KÍ úr Thisted undan kappingarárinum í 2018. Ronni Møller-Iversen gjørdi vart við seg, við millum annað at skora eitt frálíkt mál í útidystinum í Europa League móti Zalgiris Vilnius, men samstarvið millum danan og KÍ endaði á heysti í fjør – áðrenn kappingin var av.
Seinasta vetur gjørdi kantspælarin sáttmála við Skála, har hann hevur skorað átta mál í 30 dystum í ár. Ronni Møller-Iversen sigur við Portalin, at ætlandi verður hann verandi í Føroyum, men at tað ikki bendir á, at hann heldur fram sum Skála-leikari:
- Ætlanin er at halda fram her í Føroyum minsta lagi eitt ár afturat, men eg veit ikki enn heilt hvar. Eg havi tosað eitt sindur við Skála, men tað er sera ivasamt, um eg haldi fram í felagnum
Ronni heldur møguleikarnar opnar:
- Eg hyggi meg um eftir møguleikum, fyrst og fremst í Føroyum, og eg havi hoyrt eitt sindur frá nøkrum feløgum í Betrideildini.
Tilsamans hevur Ronni Møller Iversen spælt 45 dystir í Betrideildini og fimm dystir í kappingini um Løgmanssteyypið
Hagtøl: FaroeSoccer
Fótbóltur
Ronni heldur allarhelst fram í føroyskum fótbólti
25-ára gamli danski miðvallarin sigur við Portalin, at hann hevur verið í samband við nøkur føroysk feløg. Tað er sera ivasamt, um hann verður verandi á Skála.
Ronni Møller-Iversen, her í tvídysti við Bárð Hansen hjá NSÍ. Sáttmálin við Skála var bert galdandi fyri 2019, men hann heldur helst ikki fram har (Mynd: Sverri Egholm)
2019-10-29 18:33
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald