Um vinuskifti hevur Føroyameistarakapping í estetiskum fimleiki verið í Høllini á Hálsi í Havn.
Leygardagin var undankapping og sunnudagin var finalan. Fleiri av kappingunum vóru sera tættar, og spenningurin var tí stórur.
Í kappingini fyri kvinnur gjørdust úrslitið tað, at Rósan úr Støkk vann við 47,85 stigum samanlagt.
Nummar tvey gjørdist Lyra úr Ljósinum við 47,07 stigum og nummar 3 Sira úr KFF við 25,95 stigum.
Hjá kvinnuunglingum kappaðust tvey lið, og Norma úr Ljósinum vann við 44,70 stigum framman fyri Aiva úr Støkk við 42,87 stigum.
Hjá gentunum kappaðust fimm lið.
Lilja úr Støkk gjørdist føroyameistari við 37,85 stigum framman fyri Enya hjá Havnar Fimleikarfelag og Nova, eisini Havnar Fimleikarfelag við ávikavist 37,80 og 34,95 stigum.
Síðan komu Svalan úr Støkk, 36,60 og Vega úr Ljósinum, 30,85 stig.
Hjá smágentunum vóru seks lið.
Liva hjá Havnar Fimleikarfelag vann FM við 33,65 stigum framman fyri Viólu hjá Støkk og Vípni, eisini Støkk, við ávikavist 33,25 og 32,90 stigum.
Teimum á baki komu Týra úr Havnar Fimleikarfelag, 31,00, Vera úr KFF, 29,00 og Maia úr Ljósinum, 26,85.
Hjá pinkunum kappaðust sjey lið.
Alda úr Havnar Fimleikarfelag vann FM við 30,40 stigum framman fyri Auriga hjá Ljósinum við 27,65 og Flykra úr Havnar Fimleikarfelag við ávikavist 27,65 og 26,85 atigum.
Síðan komu Flora, Støkk, 26,60, Fipa, Støkk, 23,30, Rora KFF 22,45 og Vita, KFF 20,25 stig.
Andri Gerðisá tók myndirnar.
-
Kvinnur: Lyra, Rósan og Sira
-
Unglingar: Aiva og Norma
-
Gentur: Enya, Lilja og Nova
-
Smágentur: Vióla, Liva og Vípan
-
Pinkur: Auriga, Alda og Flykra
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald