Kristian Joensen, sum í fjør misti plássið í KÍ-málinum til danan Mathias Rosenørn, er farin til EB/Streym, og meistararnir í Klaksvík hava tí leitað sær eftir nýggjum málverja.
Sáttmáli er undirskrivaður við roynda málverjan Meinhardt Joensen.
42 ára gamli málverjin hevur skrivað undir eitt árs sáttmála við KÍ. Meinhardt er kendur í KÍ, har hann fekk debut í bestu deildini í ár 2000. Samanlagt hevur Meinhardt leikt 334 dystir í bestu deildini.
- Ætlanin er, at royndi málverjin skal hjálpa KÍ hópinum komandi ár, nú Kristian Joensen hevur takkað fyri seg í KÍ, sigur felagið á heimasíðuni.
Meinhardt Joensen var eitt skifti í 2020 málverji hjá TB (Mynd: Jens Kr. Vang)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald