Oyggjaleikir 2019

Rukku ikki finaluni

Føroyingar gjørdust ov stuttir í 100 metrum og 200 metrum.

Elisabet Holm Simonsen (Mynd frá innleiðandi kappingunum í gjár: Sverri Egholm)

Elisabet Holm Simonsen (Mynd frá innleiðandi kappingunum í gjár: Sverri Egholm)

2019-07-08 14:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað eydnaðist ikki teimum trimum, Elisabet Holm Simonsen, Aldu Sigursdóttir Lamhauge og Tóri Mortensen, at renna seg í finaluna. Tey luttóku í hvør sínari hálvfinalu í morgun.

[object Object]Alda Sigursdóttir Lamuage (Mynd frá innleiðandi kappingunum í gjár: Sverri Egholm)

Elisabet Holm Simonsen og Alda Sigursdóttir Lamhauge runnu báðar 100 metrar, men í hvør sínum riðli. Elisabet endaði á áttanda og harvið aftasta plássi við tíðini 13.65. Alda bleiv nummar sjey við tíðini 13.51.

Linn Gustafsson úr Álandi vann gull í 100 metrum hjá kvinnum.

[object Object]Tórur Mortensen (Mynd frá innleiðandi kappingunum í gjár: Sverri Egholm)

Tórur Mortensen sum tóktiskt sannførandi í innleiðandi kappingini í 200 metrum hjá monnum megnaði heldur ikki at renna seg víðari í finaluna. Hann kom á mál sum nummar fimm við tíðini 23.04.

Jack Lemaire úr Isle of Man vann gull í 200 metrum hjá monnum.

Í kvøld klokkan 19 føroyska tíð luttekur Sarah Vallin fyri Føroyar í 10.000 metrarenningini hjá kvinnum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder