Hondbóltur

Rumensk og donsk mótstøða bíðar kvinnulandsliðnum

Kvinnulandsliðið hevði í kvøld fyrstu venjingina í sambandi við seinastu EM-undankappingardystirnar á hesum sinni.

Petra Larsen og Jana Mittún (Mynd: Hondbóltssambandið)

Petra Larsen og Jana Mittún (Mynd: Hondbóltssambandið)

2022-04-17 21:28 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Føroyska kvinnulandsliðið er farið undir fyrireikingarnar til seinastu EM-undankappingardystirnar á hesum sinni.

Tað verður fyrst móti Rumenia mikudagin á Hálsi klokkan 19 og síðani leygardagin klokkan 15.10 móti Danmark í Næstved.

Liðið hevði fyrstu venjingina í kvøld og koma at vera saman næstu dagarnar.

Menninir spældu í gjár fyri fullsettari høll, tá Týskland var á vitjan í øðrum HM-playoff dystinum. Vónandi verða aftur nógv fólk í Høllini á Hálsi mikukvøldið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder