Fótbóltur

Rundir dagar á landsliðnum

Landsdysturin móti Skotlandi týskvøldið gjørdist søguligur fyri Gilla Rólantsson Sørensen og Jóan Símun Edmundsson, ið nú hava spælt ávikavist 50 og 70 A-landsdystir fyri Føroyar.

Týsdagin spældi Gilli Rólantsson Sørensen sín A-landsliðsdyst nummar 50 (Mynd: Bjarni Enghamar)

Týsdagin spældi Gilli Rólantsson Sørensen sín A-landsliðsdyst nummar 50 (Mynd: Bjarni Enghamar)

2021-10-14 15:27 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Fótbóltssamband Føroya: Týskvøldið stóð føroyska A-landsliðið við monnum enn einaferð á gáttini til eitt av mongu stóru úrslitunum. Triðji javnleikurin mót einum sterkum skotskum landsliði var í eygsjón, og um tað ikki var fyri ein vælspælandi skotskan málverja eisini, var ein sigur als ikki óuppiborin.

Føroyar vóru greitt omaná stórar partar av dystinum, men í avgerandi løtum væntaði neyðugi neyvleikin og møguliga eitt sindur av hepni. Og hýrurin á áskoðaraplássunum kring vøllin gjørdist alsamt betri, sum dysturin leið.

Men tá fýra minuttir restaðu í av vanligu leiktíðini eydnaðist Skotlandi at fáa avgerandi málið, ið tryggjaði teimum ein sera tepran 1-0 sigur á Tórsvølli.

Vónbrotið var tí stórt á venjarum og spælarum eftir dystin, og á meginpartin av teimum 5.000 áskoðarunum – undantikið skotunum, sjálvandi – ið vóru á Tórsvølli hetta kvøldið.

Men hóast tap, so var dysturin serligur fyri Gilla Rólantsson Sørensen og Jóan Símun Edmundsson. Fyri Gilla var talan nevniliga um A-landsdyst nummar 50, meðan Jóan Símun nú er skrásettur fyri 70 landsdystir fyri Føroyar.

– Hetta hevur verið ein fantastisk ferð higartil. Serliga á Tórsvølli er kenslan øgilig – áskoðararnir, “Tú alfagra land mítt”, stemningurin – tað er heilt fantastiskt, og vónandi fái eg nakrar sovorðnar upplívingar afturat, sigur Gilli Rólantsson Sørensen.

Enn er tó nakað upp til dystarmetið á landsliðnum, ið Fróði Benjaminsen eigur. Frá 1999 til 2017 spældi toftamaðurin, sum í føroyskum felagsfótbólti hevur umboðað B68, B36, HB, Víking, NSÍ, og Skála 94 A-landsdystir fyri Føroyar, og skoraði seks mál.

placeholder
placeholder