Annað

Rúni Øster vann gullið eftir gysara

Grøndlendski Toke Ketwa-Driefer gav dygga mótstøðu, men Rúni var kaldari í 3. setti. Stóri finaludagurin í badminton byrjaði væl. Fýra finalur eru eftir, og Miriam í Grótinum er farin í gongd nú.

Ein troyttur og rørdur Rúni Øster fegnast við andsliðsvenjaranum Fai Yin Wong eftir gullsigurin (Skíggjamynd: Orkney25 /Youtube)

Ein troyttur og rørdur Rúni Øster fegnast við andsliðsvenjaranum Fai Yin Wong eftir gullsigurin (Skíggjamynd: Orkney25 /Youtube)

2025-07-18 11:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Talan gjørdist um ein trý-settara í einstaklinga-finaluna hjá monnum.

Rúni Øster noyddist at kýta seg eyka nógv í 1. setti, har hoyvíkingurin vann eyka bóltin og harvið 22-20.

Toke Ketwa-Driefer byrjaði nógv betri í 2. setti, og hóast Rúni kom væl innaftur í dystin, so endaði tað 21-19 til grønlendingin: 1-1.

Í 3. setti var spenningurin tó ikki eins stórur. Rúni Øster vísti frálíkt spæl, og føroyingurin streyk avstað við gullinum. 

Oyggjaleika-finalan fyri einstaklingar, menn
Rúni Øster (Føroyar) - Toke Ketwa-Driefer (Grønland) 2-1
22-20, 19-21 21-16

Hetta var gull nummar 31 hjá Føroyum samanlagt og tað fyrsta í badminton - higartil.

Í øllum førum eitt kemur seinni í dag, tá Rúni Øster og Miriam í Grótinum møta Magnusi Dal-Christiansen og Sannu Thorkildshøj í blandaðum tvímansleiki.

Rúni hevur eisini eina triðju finalu: Tvímansleik hjá monnum saman við Magnusi.

[object Object]
Rúni og Magnus (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Eisini Miriam í Grótinum spælir tríggjar finalur. Tann fyrsta er í gongd nú: Ímóti grønlendsku Saru Lindskov.

Til ber at síggja hesa finaluna niðanfyri - við at trýsta á pílin:

Sí eisini: Føroyar eru í øllum fimm badmintonfinalum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder