2022-10-05 16:56
Nú sleppa nevaleikarar úr Russlandi og Hvítarusslandi aftur at luttaka í altjóða boksidystum.
Tað hevur altjóða sambandið fyri olympiska boksing (amatør-boksing), IBA, boðað frá í dag.
Forseti í IBA er russarin, Umar Kremlev, ið varð endurvaldur í september.
- IBA er av teirri sannføring, at politikkur ikki eigur at hava ávirkan á ítrótt. Tí eiga allir íðkarar at fáa somu møguleikar, skrivar sambandið í fráboðan í dag.
Altjóða olympiska nevndin, IOC, hevur fyrr eisini úttalað seg um, at tað ikki er rætt at útihýsa íðkarar úr Russlandi og Hvítarusslandi í altjóða kappingum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald