Fótbóltur

Russland kært avgerðina hjá Fifa og Uefa

Altjóða ítróttardómstólurin skal nú taka støðu til, um tað var rætt at útihýsa Russland úr altjóða kappingum.

Valeri Karpin, venjari hjá russiska fótbóltslandsliðnum (Mynd: EPA)

Valeri Karpin, venjari hjá russiska fótbóltslandsliðnum (Mynd: EPA)

2022-03-09 11:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú russiska landsliðið og russisk fótbóltsfelag eru útihýst úr altjóða kappingum, hevur russiska fótbóltssambandið kært málið til altjóða ítróttardómstólin.

Dómstólurin skrivar á heimasíðu sínari, at hann hevur fingið tvær kærur frá russiska fótbóltssambandinum.

Tann eina er rættað móti altjóða fótbóltssamgonguni, Fifa fyri ikki at loyva russarum at spæla playoff-dystir í HM-undankappingini seinni í hesum mánaðinum.

Hin kæran er rættað móti evropeisku fótbóltssamgonguni, Uefa, sum hevur útihýst russisk feløg frá altjóða kappingum. Hendan avgerðin hevur rakt Spartak Moskva, sum í morgin, hósdagin átti at spælt áttandapartsfinalu móti RB Leipzig í Europa League.

Orsøkin til, at Russland ikki sleppur at luttaka í hesum kappingum er innrásin í Ukraina.

Tað er vónin hjá russiska fótbóltssambandinum, at útihýsanin av Russlandi fyribils verður sett úr gildi, meðan dómstólurin viðger kærurnar.

Sambært Ritzau væntar altjóða ítróttardómstólurin at koma við nýggjari kunning um kærumálini ein av komandi døgunum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder