
Ein ógvuliga siðbundin og sentralir partur av ólavsøkuni er kappróðurin seinnapartin ólavsøkuaftan.
Aftur í dag fara nógvar manningar at leggja nógv fyri í tí, sum fyri rógvararnar er tann seinasti róðurin av hesum slagnum í 2023.
Samanlagt skulu 14 róðrar avgreiðast við Eystaru Bryggju. Hetta er við barnróðrunum - har tveir innleiðandi róðrar eru hjá gentum, tí so nógvir bátar luttaka og Masters (6 mannafør við kvinnum) Í hesum róðrunum eru yvir 30 maningar samanlagt.
67 bátsmanningar eru í sonevndu FM-róðrunum, ið sum vanligt eru níggju í tali. Byrjað verður við 5 mannaførum við gentum (14-16 ár). Tær hava flaggtíð klokkan 15.35.
Her sæst startrøðin til ólavsøkuróðurin
Sìðani verður eftir ætlan róð til stutt eftir klokkan 18. Tað eru 10-mannaførini, ið enda. Talan kann gerast um ein spennandi róður millum Klaksvíking og Norðing, men við sannførandi sigrinum hjá Klaksvíkingi á Vestanstevnu 15. juli er FM- spenningurin helst farin. Nólsoyingurin og Havnarbáturin, ið ikki hava verið við, standa til at rógva við í dag - hetta kann eisini vera Masters, sum "rógva fyri seg"
Hjá teimum flestu er ein føroyameistari funnin, ella er tað íhvussu er ógvuliga nær við. Tó er spenningur ymsastaðni, og hjá 5 mannaførum við dreingjum, 14-16 ár, er talan um veruliga finalu millum Geytan úr Eysturkommuna og Sævarmoy úr Klaksvík.
Her sæst støðan í FM-samanteljingini í øllum kappinginum
Tað er nakað serstakt við at rógva, og serliga at vinna, á ólavsøku, og nógv fólk savnast vanliga til kappróðurin 28. juli. Kringvarpið stroymir barnaróðurin, og sigur sum vant frá og vísir hinar róðrarnar.
Atgongumerki til ólavsøkuróðurin kunnu fáast her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald