Fótbóltur

Samir Nasri fekk trífalda sítt dopingleikbann

Franska stjørnan sleppur ikki á vøllin aftur fyrrenn 1. januar 2019.

Samir Nasri í dysti fyri Manchester City í 2015 (Mynd: EPA)

Samir Nasri í dysti fyri Manchester City í 2015 (Mynd: EPA)

2018-08-02 08:50 Author image
Ari av Rana
placeholder

Evropeiska fótbóltssamgongan UEFA hevur valt at leingja leikbannið, sum Samir Nasri fekk fyri doping, frá 6 til 18 mánaðir.

Samir Nasri fekk í februar 6 mánaðir leikbann, tí at hann hevði andað inn vitaminir við innandingartóli. Hetta er brot á antidopingreglurnar hjá UEFA.

31 ára gamla franska stjørnan, sum fyrr hevur spælt við Arsenal og Manchester City, valdi at kæra leikbannið, men ístaðin fyri at minkað um dómin valdi UEFA at trífalda hann.

Tað var í desember 2016, at Nasri var til viðgerð í Los Angeles, at leikarin legði eina mynd út á Facebook og Twitter, har hann nýtir innandingartólið. Hann skrivaði, at vitaminirnar hjálptu honum at koma seg ígjøgnum eitt hart kappingarár. Men fransmaðurin visti ikki, at slíkt er brot á antidopingreglurnar hjá UEFA.

Hóast leikbannið varð givið í februar í ár, varð tað sett at koma í gildið frá 1. juli 2017. Hann fær loyvið at spæla aftur 1. januar 2019, men sleppur at venja við einum felag frá 1. november í ár.

Samir Nasri hevur spælt 41 landsdystir fyri Frakland og skorað 5 mál. Hann spældi seinast við Antalyaspor í Turkaland, har hann spældi frá summar 2017 fram til leikbannið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder