Fótbóltur

Samskiparar og nevndarlimir hava fyrireika seg

Í alt 18 samskiparar og nevndarlimir tóku lut á skeiðnum "Fótbóltsfyrisiting", ið eydnaðist væl, og sum helst verður fastur partur av virkseminum hjá FSF.

Samskiparar, nevndarlimir og umboð fyri FSF, ið tóku lut á triðja partinum av skeiðnum innan Fótbóltsfyrisiting (Mynd: Bjarni Enghamar)

Samskiparar, nevndarlimir og umboð fyri FSF, ið tóku lut á triðja partinum av skeiðnum innan Fótbóltsfyrisiting (Mynd: Bjarni Enghamar)

2022-03-17 19:30 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

- Sum samskipari í einum fótbóltsfelag, eru rættuliga nógv viðurskifti, sum ein skal seta seg inn í. Hetta skeiðið var áhugavert og læruríkt. Tað var væl fyriskipað, evnini vóru aktuel, og tey, sum løgdu fram, dugdu væl, og eg haldi at vit øll fingu nógv burtur úr

Hetta sigur samskiparin hjá KÍ, Hans Jacob Heinesen við heimasíðuna hjá FSF um skeiðið "Fótbóltsfyrisiting".

Fyrisitingarligu uppgávurnar í feløgunum eru nógvar, og í tí sambandi hevur Fótbóltssamband Føroya skipað fyri skeiðnum. Á skeiðnum hevur serligur dentur verið lagdur á tær uppgávur, ið samskiparar og nevndarlimir hava.

[object Object]Andrass Thomsen, samskipari hjá Fótbóltssambandi Føroya greiðir frá

Skeiðið var skipað í trimum pørtum og tók níggju tímar tilsamans. Í alt 18 samskiparar og nevndarlimur luttóku, og fingu tey øll útflýggjað luttøkuskjal, tá skeiðið endaði.

– Endamálið var at geva samskiparum, nevndarlimum og øðrum áhugaðum innlit í reglugerðir og mannagongdir, sum eru viðkomandi fyri virksemið í feløgunum. Eg haldi, at tað eydnaðist væl, og vónandi kann hetta skeiðið blíva ein fastur partur av virkseminum hjá FSF, sigur Andrass Thomsen, samskipari hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Næsta skeið innan fyrisiting verður mikudagin 18. mai. Tá er evnið Marknaðarførðing á sosialum miðlum. Skeiðshaldari verður Jákup Brúsá. Til ber at lesa meira um skeiðið og tilmelda seg, umframt at síggja fleiri myndir frá síðsta skeiðnum, á fsf.fo

Fótbóltssamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder