- Enn eru vit ikki komin hartil at vit klára okkum við okkara egna lokala fólki aleina, tí hevur tað verið neyðugt at brúkt nógva tíð uppá leikararekruttering, har byrjað verður longu við lokna kapping at leita eftir røttum styrki.
Soleiðis skrivar B71 á Facebook-síðu sínari. Seinastu mongu árini hava útlendskir leikarar styrkt besta mansliðið, sum síðani 2011 fyri tað mesta hevur verið í 1. deild.
Í ár hevur 42-ára gamli brasiliumaðurin Clayton Soares, ið hevur verið í Føroyum, tað mesta av hesari øldini, veruliga gjørt um seg við ellivu málum í ellivu dystum. Sonur hansara, Klayver, hevur eisini spælt allar dystirnar, Tijani Mohammed úr Ghana er aftur við í ár, og Joel Vasquez úr USA hevur skorað tvey mál.
Danin Frederik Birkedal Hansen kom til felagið fyrr í ár. 22-ára gamli leikarin hevur eina fortíð í lægru deildunum í Danmark, og hann er komin til Sands orsakað av einum samstarvi, sum B71 hevur við Nordjobb. Hann byrjaði í vikuskiftinum inni á vinstra bakki í 1-1 javnleikinum á Argjum.
22-ára gamli Frederik Birkedal Hansen er komin til felagið gjøgnum Nordjobb (Mynd: B71)
Søguligur leikari úr Svøríki - spælur fótbólt og reinsar fisk
- Hetta er søguligt, við tí at hettar er fyrstu ferð, at B71 fær útlendskan styrk á kvinnusíðuni.
Maja Steenari hevur annars altíð spælt Alingsås í heimbýnum, men valdi eftir hava sæð eina lýsing á Nordjobb at taka av møguleikanum og flyta til Føroyar fyri at spæla fótbólt og reinsa fisk. Hetta greiður hon frá í viðtalu við stóra svenska blaðið Expressen
Hon er 25 ár og spældi týskvøldið sín fyrsta dyst á miðvøllinum fyri AB/B71.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald