Fótbóltur

Samstarvið millum KÍ og Alessio Hyseni støðgar 30. juni

Partarnir hava valt at ikki leingja leigusáttmálan, og albanski miðvallarin fer aftur til heimlandið. KÍ leitar framvegis eftir røttu loysnini til sentrala miðvøllin.

Alessio Hyseni, her í dysti í Fuglafirði, kom til KÍ í vetur og hevur spælt átta dystir fyri felagið (Mynd: Sverri Egholm)

Alessio Hyseni, her í dysti í Fuglafirði, kom til KÍ í vetur og hevur spælt átta dystir fyri felagið (Mynd: Sverri Egholm)

2020-06-20 11:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í fjør hevði KÍ Simen Sandmæl, og í seinnu hálvu eisini Semir Hadzibulic. til at røkja plássið undir liðuni á liðformanninum Jákupi Biskopstø Andreasen. Teir borgaðu fyri góðsku, men báðir fóru úr felagnum, eftir at føroyameistaraheitið var komið í hús.

Alessio Hyseni kom til felagið í vetur sum ein avloysari. Albanin varð leiðagur úr meistaraliðnum í Albania, FK Partizani. Avtalan var fyrst og fremst galdandi í eitt hálvt ár og gongur út um tíggju dagar. Ein partur av avtaluni var, at hon kundi verða longd fyri restina av kappingarárinum.

Nú er greitt, at hetta hava partarnir valt ikki at gjørt. Alessio Hyseni hevur spælt allar átta dystirnar í Betrideildini fyri KÍ og skoraði sítt fyrsta mál í 4-1 sigrinum á Víkingi fyri viku síðani. 23-ára gamli miðvallarin, við einari fortíð í italienskum fótbólti, byrjaði tó á bonkinum í oddadystinum móti HB í Gundadali mikukvøldið, har Deni Pavlovic var makkari hjá Jákupi.

[object Object]
Hyseni, her liggjandi í nærdysti móti Víkingi. Miðvallarin skoraði til 4-1 í dystinum og spælir helst sín seinasta dyst fyri KÍ móti júst Víkingi næsta vikuskifti (Mynd: Sverri Egholm)

Fyritreytin fyri at leingja samstarvið var, at tað ordliga skuldi geva meining fyri partar báðar partar. KÍ hevur hugt eftir ymsum møguleikum fyri at styrkja miðvøllin, og in.fo setti fyrr í mánaðinum Heina Vatnsdal í samband við føroyameistararnar. Flytingargluggin lat upp mánadagin og fram til og við 27. juli er møguleiki at heinta leikarar. 

Alessio Hyseni fer av landinum, tá juni mánaði endar. Hann verður tí allarhelst við í morgin, tá KÍ tekur ímóti Skála og 28. juni í Sarpugerði móti Víkingi.

KÍ endaði áðrenn kappingarárið samstarvið við ein annan útlendskan miðvallaraleikara - danskt-italienska Sebastian Avanzini, ið av persónligum ávum ynskti at fara úr Føroyum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder