Eftir drúgva landsliðssteðgin er Samuel Johansen Chuwkudi aftur í Eysturríki, og føroyski miðverjin avrikaði so mikið væl í dysti leygardagin, at havnarmaðurin kom á vikuliðið hjá stóra eysturríkska miðlinum Kronen Zietung (Sportkrone)
Teir, sum stóðu seg best í 8. umfari í Bundesliguni í Eysturríki. Chukwudi sum ein av miðverjunum (Mynd: Sportkrone Austria)
Fyrsta uppgávan hjá Samuel og teimum eftir steðgin var í Tirol. Har legði danin Nikolai Baden Frederiksen heimaliðið á odda við flottum frísparki, men SV Reid hevði vent tí fyri steðgin og vann eisini 2-1.
Sí almennu hæddarpunktini her
Tað eydnaðist væl at verja fyri, og tað sæst aftur í vikuliðnum hjá stóra Sportkrone, sum bæði hevur 23-ára gamla føroyingin og SV Reid-málverjan Andreas Leitner á vikuliðmnum. Leitner hevur spælt fleiri flottar dystir í ár, og Reid er á 6. plássi í bestu deildini í Eysturríki.
Talan er um deild, sum er styrkismett sum nummar 17 í Evropa. Og Samuel Chukwudi spælir 90 minuttir har hvørt umfar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald