Fótbóltur

Samuel Johansen Chukwudi gjørdist fyrsti føroyski spælarin í Bundesdeildini í Eysturríki

Landsliðsmiðverjin spældi 90 minuttir og stóð sterkur í myndini í 1-1 javnleikinum hjá SV Reid.

Samuel Chukwudi fekk fulla spælitíð, eftir at hann hevur skifti til hægri stig (Mynd: Sverri Egholm)

Samuel Chukwudi fekk fulla spælitíð, eftir at hann hevur skifti til hægri stig (Mynd: Sverri Egholm)

2026-08-03 08:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrr í summar keypti SV Reid Samuel Johansen Chukwudi leysan úr finska SJK Seinajoki, og sunnudagin spældi 23-ára gamli miðverjin í 1. umfari í Bundesliguni í Eysturríki.

Samuel gjørdist fyrsti føroyingur í bestu eysturríksku deildini, tá hann byrjaði inni og spældi 90 minuttir í 1-1 javnleikinum í Lustenau.

Austria Lustenau legði seg á odda eftir 25 minuttir, men stutt seinni varð 1-1.

Samuel Chukwudi var annar av miðverjunum hjá Reid og hevur góð hagtøl og skoðsmál eftir fyrsta dystin í sterku deildini.

Næsta uppgáva er á heimavølli sunnudagin seinnapartin, tá siðbunna SK Rapid Wien vitjar Ried.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder